Tíðindi

Uppskot um kollveltandi broytingar í fólkaskúlanum lagt fyri tingið

Landsstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálum hevur lagt uppskot um løgtingslóg um broyting í fólkaskúlalógini viðvíkjandi umskipan av lærugreinum, skipan av bygnaðinum í fólkaskúlanum, tal av undirvísingartímum, skúlaøkjum, skúlasambandi og inklusjón.

07.03.2025

Uppskotið hevur støði í áliti, sum ein arbeiðsbólkur handaði landsstýrismanninum í 2023 umframt trivnaðarkanning, ið Fróðskaparsetur Føroya gjørdi fyri Barna-og útbúgvingarmálaráðið í 2023. Tilmælini í álitinum frá arbeiðsbólkinum leggja upp til:

•at stytta skúladagin,

•at skúlarnir fáa størri frælsi at skipa skúladagin,

•at endurskoða lærugreinabýtið

•at javnvág skal vera millum hugvísindi, náttúruvísindi og skapandi læru,

•at kveikja skapandi og verkliga lærihugin hjá børnunum,

•at raðfesta flokslæraraleiklutin,

•at styrkja tvílæraraskipanina í grunddeild og

•at lækka talið av næmingum í hvørjum flokk

Hetta seinasta punktið um at lækka næmingatalið í hvørjum flokki varð samtykt í lógarbroyting í seinastu tingsetu.

Í viðmerking til lógaruppskotið verður sagt, at av tí, at talan er um lutfalsliga stórar broytingar innan fólkaskúlan, er gildiskoman fyri fyriliggjandi lógaruppskot sett til 1. august 2028, undantikið áseting um broyting av § 19. stk. 3, sum fær gildi 1. august 2025. Orsøkin til, at gildiskoman fyri broytingunum er sett til 2028, skal síggjast í ljósinum av, at talan er um broytingar, sum mugu fyrireikast sera væl, áðrenn tær verða settar í gildi. Umráðandi er tó at fremja lógarbroytingina nú, heldur landsstýrismaðurin, soleiðis at viðkomandi partar innan útbúgvingarverkið, eitt nú skúlar, NÁM, Undirvísingarstýrið, kommunur o.o., í góðari tíð kunnu skipa sítt arbeiði, t.d. við atliti at møguligum samstarvi um 7. flokk, umsiting av fólkaskúlanum, námsætlanir v.m. Tíðin fram til gildiskomuna skal tí brúkast til eitt nú at laga námsætlanirnar til og at førleikamenna lærararnar. Fíggjarligu avleiðingar, sum standast av sparingum, skulu nýtast til raðfestingar innan skúlaverkið, eitt nú við at styrkja tvílæraraskipanina og økja um tíðina til flokslæraraleiklutin. Talan er tí ikkium eitt uppskot, sum viðførir nakra sparing í sjálvum sær innan føroyska fólkaskúlan, verður sagt.

Uppskotið er heilar 58 blaðsíður, og hoyringarpartarnir somuleiðis nógvir. Tað ber til at lesa upprunauppskotið her.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni