Tíðindi
19.12.2023
Uppskotssetararnir, sum vóru Bárður á Lakjuni og Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum, Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum, og Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, skutu upp við triðju viðgerð av fíggjarlógini í gjár, at fólkaskúlin skuldi varðveita játtanina.
- Vit meta, at tað var skeivt av meirilutanum í Fíggjarnevndini at skerja játtanina til fólkaskúlan við 500.000 krónum. Fólkaskúlin hevur meir enn nakrantíð tørv á hægri raðfesting, og tað er ikki ein gongd leið at skerja játtanina. Heldur átti fólkaskúlin at verið uppraðfestur munandi. Landsstýrismaðurin hevur fingið eitt fólkaskúlaálit, ið hevur fleiri tilmælir um broytingar í fólkaskúlanum, sum merkja, at tað er neyðugt við einari uppraðfesting av játtanini. At skerja játtanina er ikki ein liður í at uppraðfesta fólkaskúlan, heldur tvørturímóti, søgdu uppskotssetararnir.
Uppskotið fall.