Tíðindi
27.02.2019
Uppritið snýr seg um, hvat kann verða gjørt og sett í verk, soleiðis at børn lesa meiri. Hetta er framhald av lesivanakanningini, sum kom til ta niðurstøðu, at føroysk børn lósu alt ov lítið. Heitið á tilmælinum er “Føroya lesa.”
Í uppritinum eru 12 uppskot um ítøkilig átøk. Teirra millum eru:
* Uppskot um, at bókaútgávan verður økt munandi so at “einhvør lesari fær møguleikar at finna “røttu” bókina.”
* Orka verður sett av til at talgilda tilfar til pallar, sum børn brúka í dag.
* Heiðra barnabókini
* Føroyar lesa 2020.
Alt uppritið kann verða lisið her: https://www.malmenning.fo/2019/02/27/upprit-um-lesiatoek-handa-landsstyriskvinnuni/