Tíðindi

Uppgávan hjá skúlastýrinum ikki nóg greið

- Skúlastýrini eru komin fyri at verða, men tørvur er á at endurskoða leiklutin hjá stýrunum, eins og hvørja uppgávu og heimildir tey hava, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags

02.11.2016

Týsdagin í komandi viku er val til skúlastýrini. Úr miðlunum og frá Heimi og skúla, sum er felagsskapur umboðandi øll skúlastýrini í landinum, frætta vit, at skúlastýrisvalið hevur lítlan áhuga, og at tað manga staðni stendur á at fáa fólk at bjóða seg fram sum valevni.

Tað er harmiligt, at undirtøkan er so lítil, heldur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, tí skúlastýrini hava týdning.

- Skúlastýrini avloystu skúlanevndirnar. Hugsanin við skúlastýrinum var m.a. at staðfesta foreldraumboðanina og gera foreldraleiklutin sjónligari, t.d. skal formaðurin í skúlastýrinum verða foreldraumboð. Hinvegin kemur hugskotið um skúlastýri úr donsku fólkaskúlalógini. Í Danmark umsita kommunurnar fólkaskúlan burturav. Hjá okkum er umsitingin tvíbýtt millum land og kommunur. Hetta ger tað uttan iva fløktari hjá skúlastýrunum at virka.  

Herálvur Jacobsen heldur, at vantandi kunning um arbeiðið í skúlastýrinum er ein orsøk til vantandi undirtøkuna.

- Uppgávan at kunna um skúlastýrisarbeiðið liggur bæði á Mentamálaráðnum sum evsta myndugleika á skúlaøkinum, men eisini á skúlaleiðslunum og kommununum. Umframt kunningina haldi eg, at tørvur á, at tey, sum verða vald í skúlastýrini, fáa eitt ella annað slag av skúling í, hvør uppgáva teirra er. Foreldur eru leikfólk á økinum, og tað er nógv at vænta, at tey hava skil og fortreytir at meta um alt tað, sum tey skulu viðgera sambært reglunum. Tey skulu sambært fólkaskúlalógini eitt nú góðkenna teir undirvísingarmiðlar, sum skúlin brúkar, eisini teir sum skulu vera á skúlabókasavninum; eftir mínum tykki er hetta í so stór uppgáva at áleggja skúlastýrinum.

Tørvur er á at greina reglurnar betur, soleiðis at tað er púra greitt, hvør uppgávan og ábyrgdin hjá skúlastýrunum er, heldur Herálvur Jacobsen. Dømi um, at uppgávu- og ábyrgdarbýtið ikki er nóg greitt, er at skúlastýri hava viðgjørt starvsfólkamál og einstaklinga næmingamál.

- Starvsfólka- og næmingamál er mál fyri skúlaleiðsluna, men vit vita dømi um, at skúlastýri hava viðgjørt starvsfólkamál og onnur mál, har teirra heimildir ikki røkka. Eg rokni við, at tað kemur fyri, tí skúlastýrini fáa kærur um lærarar frá foreldrum. Fáa tey tað, so eiga tey at vísa til leiðsluna og annars ikki at fara inn í málið.

Í rundskrivi um skúlastýrisarbeiðið, sum Mentamálaráðið gjørdi í oktobur 2012, stendur, at á hvørjum ári skal fundur vera millum skúlastýrið og lærararnar í skúlanum. Tað er skilagott at halda fast í hetta, heldur Herálvur Jacobsen, tí á henda hátt fáa skúlastýrislimirnir innlit í, hvat rørir seg í skúlanum.

- Um hetta verður gjørt er so ein annar spurningur. At tosa saman kann loysa upp fyri nógvum, eitt nú hvat uppgávan og ábyrgdin hjá skúlastýrinum er. Endamálið við skúlastýrunum er, at skúlin skal vera nærri brúkaranum; við foreldraumboðan í skúlastýrunum dregur tú foreldrini inn í skúlan, og tað dámar mær væl.

Heim og skúli hevur verið ógvuliga virkið í kjakinum um skúla og skúlaskap, og tað er gleðiligt, heldur Herálvur Jacobsen.

- Heim og skúli er ein týdningarmikil rødd; sæð úr lærarasjónarhorni er tað umráðandi, at tað er ein felagsskapur, sum hevur eyguni við um næmingarnir fáa tey tilboð, sum teir eiga at fáa. Tað kunnu Heim og skúli, skúlastýrini og foreldur síggja til. Tí vóni eg, at undirtøkan fyri skúlastýrisarbeiði og skúlastýrisvalinum fer at verða betri.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni