Tíðindi
08.11.2024
Norsku granskararnir eru Solvejg Jobst og Ivan Tokheim við Høgskulen á Vestlandinum í Noregi. Granskararnir í verkætlanini hyggja nærri at alternativum fyriskipanum í skúlaskipanini – tað er nýskapandi læruhættum, sum hava til endamáls at hjálpa næmingum, sum ikki megna siðbundnar undirvísingarhættir eins væl sum miðal ella vanligi næmingurin.
Tá ið granskingin er liðug, verða nøkur ráð ella tilmæli gjørd til leiðandi myndugleikarnar í teimum níggju londunum um, hvussu øll børn kunnu fáa tann stuðul og tær tænastur, teimum tørvar, bæði tá ið talan er um útbúgving og tilgongd at mennast og albúgvast.
Næmingar, sum stríðast, stríðast á ymsan hátt. Summir hava trupulleikar at læra, aðrir hava ment eina trupla atferð – eru harðligir og hava eina ógvisliga atferð. Uppaftur onnur hava tikið seg heilt inn í seg sjálv, stríðast sálarliga og hava sjálvmorðstankar. Ein partur av næmingunum koma úr ótryggum heimum. Brigdini er ymisk, men eitt hava tey í felag:
– Tey hava mist hugin at vera virkin og ágrýtin. Hesi børnini og ungu hava ikki havt eydnuna við sær í skúlanum í so langa tíð, at tey ikki longur trúgva upp á seg sjálv, og hvat tey sjálv kunnu megna. Tí megna tey heldur ikki at taka ábyrgdina á seg ella at taka góðar avgerðir. Men tað ber til at gera nakað við hetta, sjálvt í teimum truplastu førunum, sigur Ivan Tokheim.
Hann, sum elskar sjógvin
Eitt alternativt undirvísingartilboð, sum Jobst og Tokheim hava granskað í saman við øðrum starvsfelagum, hevur fingið heitið TAM. Tað er á norskum stytting fyri «Trygghet, ansvar og mestring», ella tryggleiki, ábyrgd og meistran. Hetta tilboðið hevur verið til í skjótt 26 ár. Børn og ung millum fimta og tíggjunda flokk í Sotra-skúlunum kunnu søkja um at fáa tilboðið. Í løtuni taka 30 næmingar lut í tilboðnum. Ein dag um vikuna eru næmingarnir staddir onkustaðni uttan fyri skúlan og arbeiða í minni bólkum og takast við ymiskt, sum hoyrir náttúruni ella sjónum til: fiska, taka dugnaskapsroynd ella taka órudd og rusk upp í fjøruni.
Maðurin, sum fór undir hetta tilboðið fyri 25 árum síðan, er Kenneth Bruvik.
– Eg vaks upp við sjóvarmálan. Niðri í fjøruna føldi eg meg heima, nógv meiri enn nakra aðra staðni, sigur hann.
Eftir nøkur miseydnað ungdómsskúlaár leitaði hann sær til sjós – burtur frá skúlanum. Hetta vóru góð ár, har hann royndi ymisk, slapp at arbeiða praktiskt og við hondunum. Hann, sum øll skúlaárini kendi seg óbrúkiligan, merkti nú, at hann dugdi okkurt. Var tað eitt ella annað, sum skuldi fiksast, so var tað mest sannlíkt Bruvik, sum kundi fiksa tað.
Men so fekk hann ein dreym, sum rakk longur enn at fiksa ting. Hann vildi fara undir eina verkætlan fyri børn og ung, soleiðis at tey fingu hugin til sjógv og náttúru og kundu fáa somu gleði, sum hann hevði fingið. Tí spurdi hann felagið, sum í Noregi eitur jeger- og fiskarforbundet, um tey vóru sinnað at vera við, og tað vóru tey.
– Í byrjanini tóku vit skúlaflokkar við út í náttúruna, men skjótt sóu vit, at summum ungfólkum tørvaði nakað eyka. Og tí snikkaðu vit nakað serligt til teirra.
Goymdu seg í hettutroyggjum
Hvat vil tað í grundini siga at ganga í skúla ár eftir ár og føla, at tú einki fært burturúr?
– Tað er sum at fáa nevan frammaná hvønn einasta dag. Til endans hevði eg ikki longur hug at ganga í skúla. Eg misti púrasta trúnna á meg sjálvan: at eg kundi finna mær ein maka, arbeiði og fáa eitt lív, sigur Kenneth Bruvik.
Hetta kennir hann aftur í nógvum teirra, sum hann møtir ígjøgnum TAM.
– Eg veit, hvat vónloysi er.
Flestu teirra, sum koma til TAM, eru dreingir, og nógvum teirra dámar at ganga í stórum hettutroyggjum. Ógviliga nógvir teirra goyma seg í troyggjuni at byrja við. Teir toga hettuna niður fyri andlitið, soleiðis at bara munnurin sæst. Teir søkja lívd, tí teir vænta einki gott frá heiminum rundan um teir. Hvat er tá at gera at røkka inn til teirra?
– Eg kenni myrkrið, sum teir eru í. Tá eg síggi tað, veit eg, at eg havi eina uppgávu. Eg byrji við munninum, eftirsum at tað bara er hann, sum eg síggi, sigur Bruvik.
– Fyrst royni eg at nærkast fyri at fáa rørslu í niðara partin á andlitinum á teimum. So hvørt sum ljóð kemur úr munninum, fer hettan eitt sindur longri upp. Tá síggi eg eyguni. Eftir eina tíð kann tað henda, at samspæl sæst millum munn og eygu. Smílið kann koma sum eitt brá í eygunum. Tá verða glóðir og neistar tendraðir.
Henda tilgongdin at fáa ungfólk úr hettuni kann taka langa tíð – og onkuntíð eitt ár. Men tað er tað vert, sigur Kenneth Bruvik. At síggja góð og neistar er tað hann livir og andar fyri.
Arvur frá húsavørðinum
Hjá unga Kenneth var tað húsavørðurin í Fjell ungdómsskúla, sum gjørdi munin. Hóast skúlatíðin kendist ræðulig, var hesin maðurin ein glotti. Hann kom at hava avgerandi týdning fyri unga dreingin, sum eingin vísti seg kunna hjálpa. Bruvik veit ikki sjálvur, hvussu tað hendi – um tað var nakað, sum skúlastjórin setti í verk, ella húsavørðurin sjálvur tók stig til. Sama hvussu tað gjørdist so, so var tað gott fyri Bruvik. Onkuntíð slapp hann út úr tímanum fyri at vera saman við húsvørðinum og gera ymisk arbeiði á skúlans øki. Á henda hátt upplivdi hann gleðina at brúka hendurnar. Brádliga var tað okkurt, sum ikki var trupult hjá honum – hann sá, at hann kundi gera nakað gagnligt.
Nú brúkar hann henda arbeiðsháttin í TAM.
– Eg havi enn ikki møtt nøkrum, sum ikki dugir at gera okkurt praktiskt. Og beint í tí løtuni, tá tú gert eitthvørt praktiskt, so hendir nakað: Tú fært eina visuella uppliving av at hava gjørt eitthvørt. Tað hevur nógv at siga. Tí eri eg altíð skjótur at geva teimum ungu næmingunum eina praktiska uppgávu. Eftir tað kann eg byrja at hyggja at sterku síðunum hjá teimum, tí tær eru altíð har. Hvat teimum dámar, hvat tey duga væl, sigur Bruvik.
Grundsúlan
Grundsúlan í tí, sum TAM arbeiðir út frá, er í trimum stigum. Tað fyrsta er at skapa tryggar karmar, tí eingin kann gera nakað gott uttan at kenna seg tryggan. Henda tryggleikan skapa tey í TAM við at vera róligir vaksnir persónar og við at geva teimum ungu uppgávur, sum tey megna. Gáttin fyri at kunna meistra nakað er lág, og tey fáa viðurkenning og virðing frá fyrsta degi. Haraftrat arbeiða tey í lítlum bólkum við nógvum vaksnum rundan um seg. Á henda hátt fáa tey í nógv størri mun stuðul og uppmerksemi enn tey fáa í eina skúlastovu.
Næst á listanum er trúgvin upp á framtíðina. Næmingar, sum eru í vanda fyri at fella uttan fyri í skúlanum, hava vanliga mist trúnna upp á, at framtíðin hevur nakað gott at bjóða teimum. Men við áhaldandi at fáa uppgávur í TAM og góðar afturmeldignar, vinna tey aftur trúnna upp á seg sjálv.
Nógv fóru aftur í vanliga skúlan eftir at hava verið í útiskúlanum og søgdu errin frá, hvat tey høvdu gjørt og upplivað. Einstøk fáa betri skoðsmál í lærugreinunum, hóast tey missa nógvar vanligar skúlatímar.
Tá ið hesi viðurskiftini spæla saman – tryggir karmar og trúgvin upp á framtíðina – verður tað triðja eisini aktuelt – nevniliga ein nýggjur máti at síggja nútíðina. Tá tú kennir teg tryggan og megnar at síggja fyri tær eina framtíð fyri teg sjálvan, fært tú kensluna av eini kós, einum kumpassi fyri títt egna lív. Harvið kanst tú hyggja nærri at tí, tú gert her og nú og menna dømievni um tað, sum fer fram. Sjálvsagt hugsar tú um tað, sum tú hevur gjørt og valt áður, og hvat tú heldur fer at hjálpa tær í framtíðini. Soleiðis brynjar tú teg sjálvan at taka betri avgerðir og val.
– TAM hevur ikki hesar karmarnar skrivaðar niður, men kortini hava tey arbeitt heilt intuitivt við júst hesum trimum stigunum fyri at byggja upp virkishug í ungdómunum. Eg haldi, at tað er tí, at okkara tilgongd hevur havt so góð úrslit, sigur Tokheim.
Tað, sum lærarin segði
At verða sædd ella sæddur fyri tað, tú ert. Tað ljóðar so einfalt, men kortini er tað kjarnin í tí, sum skal til fyri at eitt menniskja sleppur at blóma. Húsavørðurin hevði nógv at siga fyri Bruvik, men tað hevði flokslærarin eisini. Bruvik minnist enn orðini, hann einaferð segði við mammu hansara, meðan lítli Kenneth lurtaði: «Eg eri ikki óróligur um Kenneth. Hann fer at klára seg.»
– Tað er ótrúligt, sum tað hevur nógv at siga – at onkur sigur, at tey trúgva upp á teg. Eg beri tey orðini við mær enn, fjøruti ár seinni, sigur hann.
Nú leggur hann seg eftir at gera tað sama fyri sínar næmingar. Hava tey útint eina uppgávu væl, so fáa tey tað at vita. Tey hava brúk fyri viðurkenningini. Fá teirra hava serligar royndir við at verða sædd á tann hátt.
– Á veg í døgurðasteðg ella eina løtu burtur frá flokkinum kann tað henda, at eg sigi við onkran: «Tað, sum tú gjørdi í dag, var gott. Hugsa um tað góða, sum tú gjørdi.»
Vegurin fram til góðar gerðir, hóast hann er eindaldur, kann vera ógvuliga langur. Børnini, sum Bruvik arbeiðir við, eru mett at vera fortapt av teimum, sum hava verið rundan um tey. Ein teirra heilsaði honum fyrsta dagin við hesum orðunum: «Eg kann knúsa andlitið á tær». Tá svaraði Bruvik, at bæði hann og hini vaksnu vóru har fyri at hjálpa honum. Sami drongur var í ferð við at leypa á ein annan drong eftir at hann hevði fingið ein pinn í eygað í bardaga. Tá helt Bruvik hann aftur, helt fast í honum og slepti honum eitt sindur, soleiðis at drongurin ikki kendi seg læstan niður. Tá drongurin royndi at leypa á aftur við knýttum nevum, helt hann aftur fast í honum. At enda tók hann drongin í føvninginum og sat við honum, til hann hevði sissað seg.
Síðan spurdi hann: «Hvat hevur tú nú brúk fyri frá einum vaksnum?» Drongurin svaraði: «Akkurát tað, sum tú gavst mær.»
– Innaní er tað vanliga bara eitt lítið, bangið barn. Tað veit eg. Tí havi eg aldri verið bangin fyri mínum mæmingum. Vís teimum, at tey eru virðismikil, so gera tey ikki ónáðir. So einfalt er tað.
– Øll eiga at fáa henda møguleikan
Eftir at hava granskað í TAM eru Ivan Tokheim og Solvejg Jobst komin til eina greiða niðurstøðu: Eitt slíkt alternativt tilboð eigur at vera í øllum skúlum. Tað skal til fyri at tað skal bera til at inkludera allar næmingar og albúgva teir og fyri at øll børn skulu verða brynjað til at meistra lívið í samfelagnum. Fólkini, sum samrøða er gjørd við í sambandi við TAM, vaksin fólk, vegleiðararnir í TAM og lærararnir í skúlanum, eru samd um, at hetta virkar. Næsta stigið verður at hava samrøðu við næmingarnar sjálvar um, hvat teir halda um tilboðið.
– TAM líkist nógv øðrum slóðbrótandi tilboðum í skúlaverkinum í Evropa, har viðurkenning av barninum er kjarnin. Her liggur lykilin til, hvat kann gera útbúgvingarskipanina um alt Evropa meiri inkluderandi og rættvísa, sigur Jobst.
Sjálvur er Bruvik ikki eina løtu í iva um, at tað loysir seg nógv at seta slík tilboð á stovn, hóast tey eru dýr.
– Hugsar tú frá vøggu til grøv, so er eitt lív ógvuliga dýrt. Eg eri ivaleysur í, at vit spara samfelagnum nógvar pengar við at hjálpa hesum næmingunum at gerast heil menniskju, sigur hann.
– Summi teirra, men ikki øll, hava eisini foreldur, sum stríðast. Tað arvast, eg vil bróta henda arvin, sigur hann.
Kelda: forskning.fo