Tíðindi
03.02.2020
Í morgun sessaðust 32 ungfólk á Føroya Løgtingi at hava ungdómsting. Í dag og í morgin fara tey at viðgera 12 mál, har av trý eru mál, sum hava við skúlan at gera. Tey eru:
Uppskot til samtyktar um at fáa nýggja lærugrein í fólkaskúlanum, ið inniheldur samskifti um aktuel viðurskifti í samfelagnum
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (Undirvísing í handaverki og list í framhaldsdeildini)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (Lækka tímatalið)
Formaður Føroya Lærarafelags, Jacob Eli S. Olsen, er seinnapartin í dag innkallaður at koma á fund í Mentanarnevndini at siga sína hugsan um hesi málini.
Onnur mál, tey fara at viðgera, snúgva um valrætt, ferðslu, plastnýtslu og annað.
Tey 32 ungfólkini, sum manna Ungdómstingið, koma úr Skúlanum á Giljanesi, Tvøroyrar skúla, Vágs skúla, Hoyvíkar skúla, Skúlanum við Løgmannabreyt og Nám X í Havn.
Hetta er sjeyndu ferð, at ungdómsting verður hildið í Føroyum.
Kunnið tykkum við málini her: https://logting.fo/casenormal/view.gebs?menuChanged=16&type=4&committeeId=0&caseNormal.id=4587
Mynd lænt frá in.fo