Tíðindi

Ungdómstingfólk manna Løgtingið

Í dag og í morgin skipar Løgtingið fyri Ungdómstingi. Í hesum sambandi fara ungdómstinglimir at viðgera fleiri uppskot, sum teir hava gjørt.

07.02.2022

Tað eru næmingar í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum, ið seta dagsskránna í Løgtinginum hesar dagar. Fýra av uppskotunum, ungdómstinglimirnir hava gjørt, snúgva seg um skúlaviðurskifti. Arbeiðið á Ungdómstinginum verður skipað eins og tingarbeiðið vanliga verður skipað við at feløg og fólk, ið so ella so varða av málunum, sum verða viðgjørd, verða kallað inn til nevndarviðgerðina. Í sambandi við málini, sum hava við skúlaviðurskifti, er formaður Føroya Lærarafelags kallaður á nevndarfund hjá teimum ungu í Mentanarnevndini at siga sína hugsan um uppskotini.

Tað var í 2005, at formansskapur Løgtingsins gjørdi av at farast skuldi undir at skipa fyri einum Ungdómstingi. Ungdómsting verður vanliga hildið á øðrum hvørjum ári, har næmingar í 8., 9. og 10. flokkunum kring landið verða bodnir at luttaka.

Hesar dagarnar fáa næmingarnir høvi til sjálvir at seta dagsskránna í Løgtinginum. Hetta er tí ein frálíkur møguleiki hjá næmingunum at skifta orð um evnir, sum tey halda eru týdningarmikil, og at taka lut í samfelagskjakinum. Við luttøku fáa næmingarnir eisini møguleika at uppliva, hvussu teir kunnu vera við til at varðveita og menna eitt virkið fólkaræði.

Endamálið við Ungdómstinginum er:

at geva næmingunum størri innlit í fólkaræði
at læra næmingar at vera ein virknari part av fólkaræðinum
at vísa næmingunum í praksis, hvussu avgerðarmannagongdir virka í einum fólkaræði
at geva næmingunum innlit í, hvør leikluturin hjá Løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá Løgtinginum fevnir um

Ungdómsting varð fyrstu ferð hildið í 2006 og hevur verður hildið sjey ferðir í Føroyum. Seinast (2020) luttóku seks skúlar við níggju skúlaflokkum. Tey 32 ungdómstingfólkini viðgjørdu 12 lógaruppskot, sum snúðu seg um m.a. skúlaviðurskifti, valrætt, ferðslu og umhvørvi.

Formansskapurin hevur sett sær sum mál at gera hetta afturvendandi tiltak so væleydnað, at tað framhaldandi kann vera liður í útbúgvingini av okkara ungdómi.

Tað ber til at lesa meiri um Ungdómstingið her: https://www.logting.fo/um-logtingid/skulavitjanir/ungdomsting/

Tað ber til at lesa uppskotini hjá teimum ungu her: https://ung.logting.fo/mal/

Myndin er frá seinasta Ungdómstingi.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni