Tíðindi
01.02.2024
Hesar dagarnar seta næmingarnir sjálvir dagsskránna í Løgtinginum, og hetta er ein frálíkur møguleiki hjá næmingunum at skifta orð um evni, sum teir halda vera týdningarmikil.
Endamálið við Ungdómstinginum er:
• at geva næmingunum størri innlit í fólkaræðið
• at læra næmingarnar at vera ein virknari part av fólkaræðinum
• at vísa næmingunum í praksis, hvussu avgerðarmannagongdir virka í einum fólkaræði
• at geva næmingunum innlit í, hvør leikluturin hjá Løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá Løgtinginum fevnir um
Hetta er níggjunda ferð, at ungdómsting verður hildið í Føroyum.
Tá freistin var úti, høvdu 8 skúlar sent 20 uppskot inn. Avgjørt er, at 10 uppskot koma til viðgerðar í Ungdómstinginum. Uppskotini, ið m.a. fevna um samferðslu, frítíðartilboð, skúlaviðurskifti, aldursmark fyri sølu av tubbaksvørum og revsing fyri neyðtøku v.m., eru fjølbroytt og áhugaverd.
Luttakandi flokkarnir umboða Eysturskúlan, Runavíkar kommunuskúla, Tofta skúla, samstarvið millum Runavíkar og Tofta skúla, Skúlan á Fløtum, Skúlan við Streymin, Sandoyar Meginskúla og Fuglafjarðar skúla. Flokkarnir fara hesar báðar dagarnar at manna Ungdómstingið við 32 umboðum. Áhugavert verður at hoyra tey ymisku sjónarmiðini, ið ungdómstinglimirnir fara at leggja fram undir tingviðgerðini.
Skráin fyri Ungdómstingið er løgd. Uppskotini verða eisini at lesa á heimasíðuni hjá Ungdómstinginum, har eisini annað tilfar um Ungdómstingið 2024 verður at finna.
Eins og til vanligar tingfundir kunnu fjølmiðlarnir vera í tingsalinum, meðan ungdómstingfundirnir eru.
Seinnapartin týsdagin 6. februar kl. 13.30 eru munnligir fyrispurningar á skránni, har ungdómstinglimir fáa høvi at seta løgmanni og landsstýrisfólki spurningar.
Týsdagin 6. februar kl. 15.00 er móttøka á skránni, har fjølmiðlarnir hava høvi at hitta ungdómstinglimirnar.
Kelda: logting.fo