Tíðindi
03.03.2016
SSP stendur fyri Skúli, Sosialir myndugleikar og Politi, og hetta tiltak er eitt av úrslitunum av samstarvinum teirra millum.
Í Tórshavnar Kommunu vóru allir 7. flokkar saman mikudag og fríggjadag. Hósdagin vóru flokkarnir í teirra egna skúla, men arbeiddu øll við sama evni og eftir sama leisti.
SSP-arbeiðið byrjaði fyri góðum 9-10 árum síðan. Mentamálaráðið hevur staðið fyri útbúgving av lærarum til at røkja hesa uppgávu, sonevndir SSP-lærarar. Hugskotið er helst komið úr Danmark, har slíkt samstarv hevur verið í longri tíð og við góðum fyribyrgjandi úrsliti, tá hugsað verður um kriminalitet, rúsmisnýtslu og happing.
Ígjøgnum hesar tríggjar dagarnar hava tey ungu nomið við evnir, sum eru viðkomandi: samstarv, álit, virðiligt samband við onnur, seta mørk, tora at siga nei, bólkatrýst, rúsdrekka og onnur rúsevnir. Tey hava fingið bæði ástøðiliga og praktiska vitan um evnini, tosað saman, arbeitt í størri og smærri bólkum, har ymiskar uttandurakappingar vóru á skrá tann eina dagin, tey øll vóru savnað.
SSP-dagarnir endaðu fríggjakvøldið, har eitt stórt tiltak var í hølunum hjá Dansifrøi. Allir 7. floksnæmingar í Føroyum høvdu atgongd til tiltakið, sum var vælskipað og trygt.
Sjálv eri eg flokslærari hjá einum 7. flokki. Komin aftur í skúla í mánamorgunin prátaðu vit um dagarnar. Semja var um, at dagarnir vóru sera góðir. Tey hildu tað vera spennandi at hitta aðrar 7. floksnæmingar. Nýggj vinabond vóru skapt millum næmingar, og tað er gleðiligt.
Á flest øllum skúlum er ein SSP-lærari umframt, at skúlarnir hava tilfar, sum er lætt at brúka hjá m.a. flokslærarum. Tilfarið er skipað eftir floksstigi.
Sum flokslærari er tað gott og gleðiligt at vera við til slíkt tiltak, sum jú er við til at menna næmingarnar til at gerast enn meiri ábyrgdarfullir og vælgrundaðir ungir borgarar, øllum samfelagnum at gagni.
Okkurt kundi verið gjørt betri og enn meiri viðkomandi, men samanumtikið fáa hesir SSP-dagar eitt stórt pluss frá mær. Haldið á við hesum góða átakinum!