Tíðindi

Ung ikki líka væl nøgd við lívið sum áður

Færri næmingar í miðnámi ella øðrum skúla eftir fólkaskúla halda, at teir fáa eitt eydnuríkt lív í dag samanborið við fyri átta árum síðan, vísa nýggj tøl.

08.04.2022

Í Noregi hava tey kannað, hvussu nøgd ungfólk eru við lívið og samanborið við onnur lond. Á einum stiga frá 0 til 10, har 10 er «ógvuliga væl nøgd við lívið» er miðalið fyri landið í Noregi vanliga 7,5. Men okkurt er broytt síðstu árini.

– Ung eru ikki líka væl nøgd við sum tey vóru áður. Seinastu 10-15 árini eru ung vorðin minni við lívið, og tey eru meiri stúrin og einsamøll; tað nýggja er, at tey ungu nú eru meiri einsamøll og stúrin enn gomul fólk eru.

Tað sigur Thomas Hansen. Hann er granskari við Fólkainstituttið í Noregi og OsloMet.

Fleiri eru einsamøll

At ungfólk síggja út til at vera minni nøgd við lívið, er kanska tað, sum ørkymlar granskararnar við Fólkainstituttið mest. Dáturnar hava teir fingið við at gera kanningar í miðnámsskúlum. Tað eru granskarar við NOVA, OsloMet, sum hava gjørt kanningina. Fleiri kanningar vísa somu gongd. Í 2014 vóru tað eitt nú 18 prosent, ið sum heild kendu seg einsamøll. Í 2021 var talið 24 prosent. Einsamøll ung eru støðugt vaksin í tali síðstu fimm árini. Tey flestu hava kortini ein vin, tey eru fortrólig við. 90 prosent halda, at tey hava ein fortróligan vin, og talið hevur verið støðugt síðstu átta árini.

Nýtt fyribrigdi

Tað eru tey elstu og tey yngstu, sum kenna seg mest einsamøll. Tað síðsta er lutfalsliga nýtt fyribrigdi. Áður hevur lívsdygdin verið rættiliga góð millum tey yngstu.

– Nú siga tey frá verri lívsdygd samanborið við lívsdygdina hjá teimum elstu. Sama sæst í øðrum vestligum londum, sigur granskarin.

– Men vit síggja, at einsemi millum vaksin í Noregi er rættiliga lágt langt inn í ellisárini samanborið við onnur lond í Evropa.

Anders Barstad hevur granskað í einsemi. Hvørki norskar og altjóða kanningar vísa á, at einsemi er ein vaksandi trupulleiki, sigur hann. Í Noregi eru tølini støðug. Og summar altjóða kanningar vísa eisini, at tað er minni einsemi, serliga millum gomul fólk, sigur hann.

– Men tað er eitt undantak. Tað sær út til, at tað er ein lítil øking, tá ið talan er um einsemi millum næmingar á miðnámi í Noregi. Hetta vísa bæði norskar og altjóða kanningar.

Samband við sosialar miðlar?

Tað var fyri umleið 15 árum síðan, at granskarar fyrstu ferð sóu, at ungfólk vóru minni nøgd við lívið enn áður. Hetta hendi umleið somu tíð, sum sosialir miðlar komu, og nýtslan av talgildum miðlum tók dik á seg millum ungfólk, sigur Thomas Hansen.

– Tað er upplagt at hugsa, at tað hevur samband hvørt við annað, sigur hann.

Í frágreiðingini kemur fram, at 43 prosent sum heild kring landið brúka meiri enn fýra tímar hvønn dag framman fyri einum skíggja. Í 2014 vóru tað 26 prosent, sum svaraðu tað sama. Fleiri ungfólk stríðast við svøvnin. Talið á teimum, sum stríðast við svøvnin, er vaksið úr 24 upp í 28 prosent síðstu átta árini.

Órealistiskar væntanir

Hóast tað eftir øllum at døma eisini hevur nógv positivt við sær, so kann ov nógv tíð framman fyri skíggjanum gera lívsdygdina verri, heldur sálarfrøðingurin.

– Eitt er, at tíðin, tú brúkar framman fyri skíggjanum, tekur tíð og fokus frá svøvni, ítrivi og ikki minst sosiala lívinum og sambandinum við vinir, sum er avgerandi fyri at byggja upp samleikan, sjálvskensluna og tilhoyrið.

Hitt er, at tað, sum fer fram á telefonini, kann ganga út yvir sálarheilsuna og lívsdygdina meiri beinleiðis.

– Tað kann vera, at ung fáa órealistiskar væntanir til lívið, og at tey uppliva eitt trýst, tá ið talan er um, skúlan, sosiala lívið, perfekta kroppin og útsjóndina sum heild.

Thomas Hansen hevur granskað nógv í lívsdygdini í tíðarskeiðnum, meðan korona hevur leikað á.

– Meðan heimsfarsóttin var, eru viðurskiftini versnað. Her sær tað út til, at tey ungu og elstu hava havt tað svárast.

Nógv eru stúrin um framtíðina

Í øllum ættarliðum hava ung eina trúgv uppá, at tey fara at hava tað betri enn foreldur teirra hava havt tað. Men soleiðis er ikki longur. Fyri átta árum síðan svaraðu 74 prosent, at tey roknaðu við at fáa eitt eydnusamt lív. Í 2021 var talan um 69 prosent, sum søgdu so.

– Ung eru stúrin um framtíðina. Um tey fáa arbeiði, bústað ella hvussu fíggjarligu viðurskiftini hjá teimum fara at laga seg.

Hetta kann virka við til, at fleiri ung stríðast við sálarheilsuna, heldur hann. Granskararnir eru ikki á einum máli um, hvørt ungfólk í veruleikanum hava fingið tað verri nú, ella um tað snýr seg um øktan opinleika um sálarheilsu ella sjúkliggerð av vanligum trupulleikum. Øktur opinleiki kann føra við til, at ungfólk hava lættari við at siga frá, at tey hava trupulleikar, og at gáttin fyri at siga, at tú hevur “angist” ella “tunglyndi” er vorðin lægri, sigur Thomas Hansen.

– Tí er tað ilt at siga, um tað veruliga er ein broyting ella um tað bara er mátin, sum vit tosa um sálarligar trupulleikar, sum er broyttur.

Lívsdygd skeivt býtt

Hóast flest vaksin siga, at tey hava tað gott, er tað sera misjavnt, hvussu fólk hava tað, sigur Thomas Hansen.

– Tað er serliga galdandi fyri tey, sum hava tað ringt fíggjarliga. Tey, sum standa uttan fyri arbeiðsmarknaðin, hava vánaliga heilsu, eru einsamøll ella sum hava fáar vinir. Avbjóðingar sum hesar gera seg mangan galdandi í senn.

Undir heimsfarsóttini vóru tey, sum høvdu minst tilknýti til arbeiðslívið, minst nøgd við lívið, vísir ein kanning, sum OsloMet hevur gjørt.

Tey 60 ára gomlu hava tað best

Tá ið fólk verða spurd um, hvussu nøgd tey eru við lívið frá einum stiga frá 0 til 10, vísir tað seg, at fólk í sekstiárunum eru mest nøgd, serliga tey, sum eru fyrst í seksiárunum. Seinni í ellisárunum, eftir 80 ár, minkar nøgdsemið við lívið. Tá snýr tað seg um versnandi heilsu og minkandi luttøku og status í sosiala lívinum, sigur Thomas Hansen.

Kelda: forskning.no

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni