Tíðindi

Ung fingið umboð í UNESCO-nevndini

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur nú sett nýggja, føroyska UNESCO-nevnd.

14.12.2016

Í nýggju nevndini eru:

Sigurð í Jákupsstovu, formaður, rektari á Fróðskaparsetri Føroya
Annika Sølvará, stjóri, Granskingarráðið
Andras  Mortensen, stjóri Søvn Landsins
Liljan Weihe, tíðindaleiðari, Kvf
Barbara Gaardlykke Apol, starvsnevndarlimur NUR og forkvinna í SU
Margretha Jacobsen, fulltrúi, umboð fyri UVMR

Nevndarlimirnir, ið umboða nevndir, ráð og stovnar innan virkisøkið hjá UNESCO, verða valdir fyri 4 ár í senn.

Í frágreiðing um virksemið hjá føroysku UNESCO-nevndini 2012-2016, varð víst á, at tey ungu eru ein týðandi liður í UNESCO-samstarvinum, eitt nú í Youth Forum, har heimsins ungu annað hvørt ár hittast í sambandi við aðalfundin í Paris.

Nevndin mælti tí til, at eitt umboð fyri tey ungu fær sæti í føroysku UNESCO-nevndini, og millum nýggju nevndarlimirnar er Barbara Gaardlykke Apol, sum er starvsnevndarlimur í Norrøna Ungmannafelag Føroya og forkvinna í Sosialistisk Ung.

Fyrsta føroyska UNESCO-nevndin varð sett í sambandi við norðurlendska UNESCO-fundin, ið var í Føroyum í mai 2012.

Sambært reglunum er endamálið hjá nevndini at fremja UNESCO-arbeiðið í Føroyum, at virka sum ráðgevi hjá landsstýrinum í UNESCO-málum og hjá føroysku sendinevndini á aðalfundinum hjá UNESCO. Harafturat skal nevndin virka sum bindilið millum UNESCO og føroyskar myndugleikar, stovnar og feløg innan útbúgving, vísind, mentan og samskifti.

Myndatekstur: Rigmor Dam, landsstýriskvinna, saman við umboðum úr nýggju UNESCO-nevndini: Margretha Jacobsen, fulltrúi, umboð fyri UVMR, Barbara Gaardlykke Apol, starvsnevndarlimur FUR og forkvinna í SU, Sigurð í Jákupsstovu, formaður, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, Annika Sølvará, stjóri, Granskingarráðið, Liljan Weihe, tíðindaleiðari, Kvf. Andras Mortensen, stjóri Søvn Landsins, manglar á myndini.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni