Tíðindi
25.04.2025
Hvussu væl dugir tú í grundini at skilja ímillum sonn og ósonn tíðindi? Tað er kanska ikki so lætt, sum tú heldur. Nútímans tøkni og vaksandi nýtsla av sosialum miðlum kunnu gera mørkini millum satt og ósatt ógreið. Ein nýggj kanning, sum granskarar í USA hava gjørt, vísir, at ung hava størri trupulleikar enn eldri við at taka dagar ímillum tíðindi og kunning, sum ikki eru sonn. Hetta er øvut av tí, sum onnur gransking hevur víst, nevniliga at tilkomin fólk deila meiri kunning og upplýsingar, sum ikki hava hald í veruleikanum, samanborið við ung. Hetta hevur óvart á granskarar.
Ung brúka nýggjheitir øðrvísi
Kristin Skare Orgeret, professari við Instituttið fyri journalistikk og miðlafak við OsloMet, heldur, at tað, sum nýggja kanningin vísir, er áhugavert. Hon vísir á, at ung í dag brúka tíðindi á heilt annan hátt, enn ung áður hava gjørt, og at tað kann vera orsøkin.
– Nógv fáa allar upplýsingar og alla kunning ígjøgnum sosialar miðlar. Har er mangan ógreitt, hvat er tíðindaflutningur, og hvat eru sjónarmið, sum onkur leggur út, og hvat er beinleiðis skeivar upplýsingar. Hon heldur eisini, at ung hava ein lættari hugburð til upplýsingar í dag, og at tey ikki neyðturviliga taka undir við øllum, sum tey leggja út og senda víðari.
Men um eldri fólk duga betur enn ung at síggja, hvat eru sonn tíðindi, og hvat er ósonn tíðindini, hví deila tey ikki meiri av tí?
Orgeret sigur seg ikki vita fyri vist hví so er, men at tað kann skyldast vanunum hjá teimum eldru, serliga pallar sum Facebook, har tey kanska ikki halda so nógv um sannleiksvirðið í tí, tey deila.
– Tað hevur eisini týdning at spyrja, um tað eru aðrar orsøkir, sum liggja til grund fyri úrslitunum í kanningini.
Granskararnir, sum hava gjørt kanningina, hava ikki sæð nakað týðiligt samband millum útbúgvingarstig og lyndi at trúgva upp á ósannar upplýsingar. Tað kemur óvart Orgeret.
– Vit ganga mangan út frá, at fólk, sum hava lægri útbúgving, lata seg lættari ávirka av ósonnum tíðindunum og skeivum upplýsingum, enn fólk, sum hava høga útbúgving, men sambært kanningini er tað ikki so.
– Mugu bjóða tí av, sum tey taka fyri givið
Tey, sum duga væl at greina úrslit, kunnu vera meiri ávirkað av sínum egnu meiningum og hugburðum, tá ið tey meta um upplýsingar og tíðindi. Hetta taka granskararnir eisini fram í nýggju kanningini. Granskararnir nevna hetta motiveraða refleksión, sum merkir, at sjálvt um vit hugsa kritiskt, so kunnu vit ótilvitað venda og snara upplýsingar soleiðis, at tær passa inn í tað, sum vit frammanundan halda.
– Vit mugu læra fólk at fara eitt fet til viks og bjóða tað av, sum vit taka fyri givið. Tað snýr seg ikki um at afturvísa tað, vit halda, men at skilja, hví vit halda, sum vit halda, og hví vit hava ta undanvitanina, vit hava.
– Eingin er púrasta immunur
Silje Susanne Alvestad er granskari við Instituttið fyri bókmentir, økiskanningar og evropeisk mál við Universitetið í Oslo.
Sambært granskingini hjá Alvestad og øðrum eru nøkur málslig eyðkenni, sum verða nógv nýtt í følskum tíðindum og øðrum sløgum av villleiðandi upplýsingum.
– Tað er ymiskt, hvat fólk leggja í upplýsingarnar, men mangan innihalda følsk tíðindi útsagnir, sum vísa sýnast ógviliga sannar samstundis sum tær vísa sterkar negativar kenslur. Hetta ger, at tíðindini fara víðari og út til fleiri enn onnur tíðindi.
Alvestad heldur, at tað er áhugavert, at útbúgving og aldur ikki neyðturviliga verjir móti følskum tíðindum.
– Tað vísir bara, at eingin er heilt immunur, heldur ikki tey við høgari útbúgving. Kritisk miðlafatan og tað at vera kritiskur, tá ið talan er um upplýsingar, kunning og tíðindi, ikki bara mótvegis keldum, hevur týdning líka mikið aldur.
Brúka eftirgjørdan intelligens í máloyrum
Alvestad sigur, at málgranskarar eisini møta avbjóðingum í dagsins miðlaheimi.
– Fleiri upplýsingar og tíðindi verða støðug framleidd og løgd út av eftirgjørdum intelligensi; tað ger tað avgjørt truplari at taka dagar ímillum upplýsingar og skeivar upplýsingar og følsk tíðindini, tá ið vitlíki er brúkt.
Alvestad heldur, at mongdin av upplýsingum á netinum økist um somu tíð sum menningin av stóru málmodellunum.
– Hetta rákið gevur málgranskarum nýggjar og áhugaverdar avbjóðingar. Til dømis verður ein stór avbjóðing í framtíðini at skilja viðkomandi innihald burtur úr allari rúgvuni, sigur Alvestad.
Skeivar upplýsingar sum politiskt vápn?
Nógv skeiv kunning er á netinum við vilja og er løgd út tilvitað fyri at ávirka okkum. Hetta nevna vit skeiva kunning ella følsk tíðindi.
Eskil Grendahl Sivertsen, serráðgevi við granskingarinstituttið hjá norsku verjuni, heldur, at vit eiga at problematisera skeiva kunning.
– Tað verður ofta lagt fram sum einfaldir mótsetningar millum satt og ósatt, men veruleikin er sjáldan so einfaldur, sigur hann.
Hann leggur dent á, at skeiv kunning ofta inniheldur slóðir av sannleikum, men í einum manupuleraðum konteksti, sum villleiðir. Tað ger tað trupult at skilja millum skeiva kunning, tíðindaflutning og politiska ávirkan.
Hvussu vit fata kunning og upplýsingar verður formað av okkara egna hugburði, sum vit hava frammanundan.
– Hvør hevur í grundini valdið at allýsa, hvat er hvat? Nógv av tí, sum vit siga er skeiv kunning og skeivar upplýsingar verða ávirkað av fatanum, sum vit hava frammanundan, sigur Sivertsen.
– Snýr seg um at gera av, hvat narrativið er
Sambært Sivertsen er tað, sum verður nevnt tamarhald á upplýsingum vorðið ein týdningarmikil partur av øllum tiltøkum av ávirkan.
– Tað snýr seg ikki longur um at spjaða ósannar upplýsingar, men at ráða yvir narrativinum og stýra, hvørji sjónarmið verða ráðandi. Vit hava stórt álit á myndugleikum og miðlum, sum eru úrslit av, hvussu vit hava bygt samfelagið upp. Tað tekur langa tíð at byggja álit upp, men stutta tíð at oyðaleggja tað. Økt polarisering og fíggjarligir munir ger okkum viðkom. USA og Noreg til dømis eru ógviliga ymisk. Tí skulu við vera varin við at ganga út frá, at tað, sum kemur fram í hesi kanningini, er púra sambæriligt við viðurskifti um okkara leiðir.
Kelda: forskning.no