Tíðindi

Undranarvert

Børn eru full í undran. Vit, sum eru um børnini, skulu gera alt og meira, so at tað undranarverda livir sítt sæla lív leingi, altíð! Lívið á tamb, men tað er trupult! Ov tíðliga halda vit uppat. Undran verður avloyst, tí barnsligt er eitt illavorðið orð, tá ið vaksni heimurin er komin á vitjan. Og tá ið sinnið bilar á ellisárum, ganga fólk í barndømi. Tað er onki kul, verður sagt! Eli Hentze, lærari í Sands skúla, skrivar

26.08.2016


Finnbogi Ísakson, sáli, ið vit best kendu frá politiska pallinum, dugdi eisini at føra pennin. Í sanginum, Far lítli útum eina løtu og spæl, møta við drongi, ið tráspyr abban um mangt, ið lívið hevur at bjóða.

Abbin veit væl, at nógv er at spyrja um, men hann vil treyðugt koma við svarum. Abbin kennir ikki øll svar. Nøkur verða givin eftir vegnum, á lívsleiðini, og uppaftur onnur er bert Várharra vitandi um!

Menniskjan hevur frá upphavi verið forvitin. Leitað eftir svarum. Guð havi lov og takk fyri, at enn eru nógvir spurningar at spyrja!
Ein maður kom einaferð á gátt hjá Várharra. Várharra rætti báðar hendur fram og bað mannin velja. Í aðrari hondini vóru øll svar og í hinari lívið.

Hvat hevði tú valt? Maðurin valdi lívið! Freistandi at fáa øll svar upp í hondina, men eg vóni, at eg hevði tikið somu støðu sum maðurin. Eitt lív uttan spurningar, eitt lív uttan undran hevði ikki verið vert at livað! Undranarvert …

Hvussu kunnu tit brúka tykkara barnaskil, tá ið tit eru menn???

Lítla gentan í 1. flokki hugdi undrandi upp á teir báðar námsfrøðiligu snildingarnar, Dánjal og Búa. Nøkur flentu hart, men Dánjal og Búi góvu “rætta svarið” – góður spurningur – søgdu teir báðir við ein munn. Eg bað fittu smágentuna taka spurningin upp aftur, men tá var svarið noktandi. Kanska, og allarhelst, aftraði hon seg, tí látur fylgdi undranarverda spurningi hennara!? Seinni fekk eg hana at taka spurningin upp aftur fyri mær.

Børn eru full í undran. Vit, sum eru um børnini, skulu gera alt og meira, so at tað undranarverda livir sítt sæla lív leingi, altíð! Lívið á tamb, men tað er trupult! Ov tíðliga halda vit uppat. Undran verður avloyst, tí barnsligt er eitt illavorðið orð, tá ið vaksni heimurin er komin á vitjan. Og tá ið sinnið bilar á ellisárum, ganga fólk í barndømi. Tað er onki kul, verður sagt!

Verið sum børnini!

Búi og Dánjal vitjaðu í Sands Skúla nú um dagarnar, har bæði skúlabørn, barnagarðsbørn og vaksin gliðu inn í ein undranarverdan barnaheim við spurningum, spurningum, spurningum. Alt er lov! Tað er loyvt at spyrja og undrast um alt hugsandi og óhugsandi. Sum nevnt áður eru teir námsfrøðiligir snillingar, sum við tónleiki og orðasmíði rúnarbinda børn og vaksin. Í samstarvi við skúlamyndugleikar og skúlar, ið ynskja at taka lut, er teirra uppgáva at seta ljóskastaran á tað undranarverda, á kreativitetin. Kreativitetur er eisini at seta spurningar við tað, ið er. Okkum nýtist ikki altíð at geva svar, men at eggja til spurningar, eggja til undran. Ella í allarbesta føri at bera so í bandi, at vit ikki køva undranina!

Aftan á sjálva framførsluna, ið teir báðir stóðu fyri, fingu næmingarnir í skúlanum høvi at luttaka á barnasetri. Næmingarnir vóru professarar innan ymisk øki – námsfrøðiligt snildi par excellence. Barnasetrið var til við spurningum, nógvum spurningum frá professarunum, ið m.a. blivu til undranarverdar yrkingar og eina nýggja jørð – tí rúmdargrísurin Bob hevði etið okkara jørð.
Ein jørð er rund. Tí er tørvur á háttvirdum professarum í rundingum. Á jørðini eru lond. Tí er tørvur á háttvirdum professarum í londum. Á jørðini er sjógvur. Tí er tørvur á háttvirdum professarum í sjógvi. Og jørðin gevur okkum nógv ymiskt, ið okkum tørvar. Tí er tørvur á háttvirdum professarum í at geva.

Ein fittur smádrongur hevði bert skrivað orðið onki. Júmen, er tað ein spurningur? Hann skuldi jú skriva ein spurning! Anda inn og fá greiðu á, hvat næmingurin meinar við!

“Eitt null er runt, og null er onki,” segði undrandi drongurin.  

Samskifti snýr seg um at senda og móttaka á sama frekvensi!
Eisini tað er undranarvert.

“Børn hava 100 mál, men vit taka tey 99 frá teimum,” sigur Loris Malaguzzi í yrking. Loris var ein av stigtakarunum til Reggio Emilia-námsfrøðina, ið er kend víða um heim.

Alt er lov. Spyr og undrast og brúka málmargfeldi – loyvið børnunum, forðið teimum tað ikki!

- Hvat skulu vit geva teimum fátæku?
- Hvussu geva vit jørðini at eta?
- Hví eru rundingar rundir?
- Hvat er ein rundingur?
- Hvør fann upp á rundingar?
- Nær er fjøra á sjónum?

Spyr og undrast!

Undranarvert, tað heila …

Myndin er tikin á tiltaki í juni í Sands skúla.

Greinin stendur í Skúlablaðnum, sum júst er komið.

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni