Tíðindi
25.11.2016
Á síðuni kanst tú lesa, at í seinastuni hava nógvir heimildarfilmar funnið veg í biografarnar og í sjónvarpsskipanir sum Netflix, har til ber at stroyma og velja ein film at síggja heima. Nevndir kunnu verða heimildarfilmar sum amerikanski Amanda Knox (Rod Blackhurst og Brian McGinn 2016), italski Fuocoammare (Gianfranco Rosi 2016) um flóttafólk á Miðjarðarhavi og dansk-amerikanski Shadow World (Johan Grimonprez 2016) um áltjóða vápnahandil.
Fyrr var vanligt at heimildarfilmur bara varð vístur í sjónvarpi, eins og tíðindafrásagnir, reportasjur, sum ofta eru beinleiðis frásagnir frá eini hending, og tí eru bundnar at tíð og stað.
Har tíðindafrásøgnin ofta hevur eitt sjónligt frásøgufólk á staðnum, so er frásøgufólkið í heimildarfilminum ikki altíð sjónligt, hóast tað altíð er til staðar.
Her sæst nýggja síðan:
http://snar.fo/tema/skaldskapur-og-midlar/filmur/evni/heimildarfilmur/
Kelda og mynd: snar.fo
Tekningina hevur Ole Wich teknað