Tíðindi

Undirvísing í føroyskum sum annaðmál ikki eittans uppgáva hjá fólkaskúlanum

At tilflytarar læra at tosa føroyskt og um føroyska mentan er ein samfelagsuppgáva sambært integratiónslógini, ikki eittans ein uppgáva hjá fólkaskúlanum at fíggja. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelag

18.04.2023

At bara helmingurin av umsóknunum um tímar til undirvísing í føroyskum sum annaðmál fær játtandi svar frá Undirvísingarstýrinum, kemur ikki óvart á Jacob Eli S. Olsen, formann Føroya Lærarafelag. Hann heldur, at undirvísing í føroyskum sum annaðmál ikki eittans er uppgávan hjá fólkaskúlanum at fíggja.

- Tá ið tað at taka ímóti tilflytarum í stóran mun snýr seg um at læra tey mál og mentan fyri at verða intergrerað í samfelagið, eigur peningur at verða játtaður serstakt til tað sambært intergratiónslógini og ikki at verða tikið av játtanini til fólkaskúlan, sum frammanundan er ov lítil. Hetta er ein samfelagsuppgáva, so hví skal fólkaskúlin rinda fyri tað frá sínum vanliga virksemi? Hetta er nýtt øki, og pengar eiga at verða játtaðir serstakt til tað. Tað er brúk fyri hvørji einastu krónu á játtanini til fólkaskúlan og meira afturat.

Undanfarni landsstýrismaðurin við skúlamálum hevur fleiri ferðir sagt, at hann fekk løgtingið at játta hesum økinum væl meiri av pengum. Tað er rætt, sigur formaðurin í Lærarafelagnum, at landsstýrismaðurin játtaði pengar til hetta økið, men als ikki í tann mun, tað kostar.

- Hetta er ein nýggja og serlig uppgáva, og hon eigur at fáa pengar fyri seg. Tá økið fær ov lítið av pengum, royna skúlarnir hvør í sínum lagi at fáa tað at bera til, og tað gongur út yvir annað virksemi, sum eisini er umráðandi og alneyðugt.

Formaðurin í Lærarafelagnum harmast um, at so lítil áhugi er at seta móttøkuflokk á stovn. Higartil eru tveir komnir, annar teirra í Runavíkar kommunuskúla og hin í Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúla.

- Alt gott um stigið, sum Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúli hevur tikið við at fara undir móttøkuflokk, men móttøkuflokkur eigur at vera í einum vanligum skúlaumhvørvi, soleiðis at næmingarnir eru millum sínar egnu skúlafelagar allan dagin. Tað hevði verið upplagt, at onkur av fólkaskúlunum í Havn tók hetta á seg, tí her eru so nógvir næmingar, sum tørvar tað. Hetta er ein uppgáva, sum eigur at  liggja í einum fólkaskúla.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni