Tíðindi
06.01.2016
So fór fyrsti arbeiðsdagur í nýggja árinum aftur um bak.
At møta til arbeiðis aftan á jólaferiuna er altíð serstakt hjá einum lærara, serliga hjá einum flokslærara. Næmingarnir hava, eins og ein sjálvur, hildið eina serliga høgtíð, jólini og eftirfylgjandi nýggjár. Henda høgtíð og feria er hjá okkum øllum sermerkt við nógvari samveru við familju og vinum, við góðum mati, at geva og fáa gávur, og ikki minst, at venda upp og niður upp á songartíð.
Sjálv eri eg flokslærari og hevði flokkin fyrsta tíma mánamorgunin. Øll komu rættstundis í skúla. Hetta hevði eg ikki væntað, tí talan er um tannáringar. Tí setti eg mítt fyrsta “flugubein” í mínum innara notisblokki fyri arbeiðsgleði og trivnað. Tað var eyðsýnt, at tey vóru glað at síggja hvønn annan aftur, og tað frøddi meg, so næsta flugubeinið var sett.
Eins og flestu lærarar gera, so byrjaðu vit við at heilsa upp á hvønn annan, prátaðu um leyst og fast, sum var hent í jólaferiuni. Sum tann gamla lærarindan eg eri, havi eg gjørt mær royndir viðvíkjandi práti við næmingarnar aftan á jólini. Eg hevði sett mær fyri ikki at spyrja um gávur og líknandi júst tí at hetta kann skapa mistrivnað ið og við, at ymiskt er, hvussu dýrar og harvið, í næmingaeygum, góðar jólagávurnar vóru, sum tey fingu. Ei heldur spurdi eg, hvussu og hvat tey gjørdu jólaaftan, jóladag ella á nýggjárinum. Grundin er aftur tann, at stórur ójavni kann vera, hvussu upplivingin av høgtíðini hevur verið. Her hugsi eg um alkoholnýtslu í familjuni, harðskap av ymiskum slag og líknandi. Í staðin fyri var orðið frítt, og tey prátaðu sínámillum í smærri bólkum. Ein góð løta fór við hesari samveruni, áðrenn sjálv undirvísingin so spakuliga fór í gongd.
Arbeiðið í nevndini í Føroya Lærarafelag hevur verið á lágum blussi um høgtíðina. Tíverri megnaðu vit ikki at undirskriva eina nýggja avtalu fyri jól. Tað góða við tí er, at vit øll hava fingið hvílt og gjøgnumhugsað samráðingarnar við Fíggjarmálaráðið og Mentamálaráðið enn betur. Tað, sum vit serliga samráðast um, er endurskoðingina av arbeiðstíðaravtaluni. Samfelagið, og harvið skúlin, broytist og mennist allatíðina, so sjálvsagt eru tillagingar ynskiligar hjá báðum pørtum. Vit í Lærarafelagnum hava okkara ynski og MMR síni, og vit nærkast hvørjum øðrum á fleiri økjum. MEN vit í Lærarafelagnum vilja ikki undirskriva eina arbeiðstíðaravtalu, sum ger arbeiðsumstøðurnar hjá onkrum av okkara limum verri, tí at arbeiðsuppgávan og tíðin ikki samsvara. Okkara fremsta uppgáva í Lærarafelagnum er at vísa á henda týdningarmikla samanhang yvir fyri okkara arbeiðsgevara. Tað, sum á einum pappíri kann tykjast løgið og ótíðarhóskandi, kann hava eina góða og logiska forkláring. Samráðingin higartil hevur tí verið ógvuliga tíðarkrevjandi, men avgjørt góð.
Nevndin í Føroya Lærarafelag er til reiðar til nýggjan fund við arbeiðsgevara okkara. Vónandi koma vit skjótt á mál, so ein nýggjur sáttmáli kann verða undirskrivaður.