Tíðindi
22.01.2016
Í komandi viku, 27. januar, er altjóða holocaust-dagur. Henda dagin í 1945 vórðu jødar og onnur kúgað fólk úr týningarleguni Auschwitz fríað. Í februar í fjør var Jastrid á Dalbø, lærari í Fuglafjarðar skúla, á vikuskiftisskeiði í Theresienstadt í Kekkia saman við lærarum úr Danmark og Onglandi. Tað var DIIS, Danish Institut for Internationale Studier, sum skipaði fyri skeiðnum. Skeiðið hevði til endamáls at gera lærarar betur førar fyri at undirvísa í holocaust.
Undirvísingin var sera væl skipað við lærarum við góðum førleikum og á høgum stigi, skrivar Jastrid á Dalbø í grein, sum kemur í komandi Skúlablað.
- Undirvísingin var fyri tað mesta fyrilestrar, tó eisini við bólkaarbeiði og rundvísing í býnum Theresienstadt og fangatippinum. Undirvíst var í nógvum áhugaverdum evnum í Theresienstadt, so sum jødiska samfelagnum og lív teirra áðrenn holocaust.
Fyri tey, ið undirvísa í hesum evninum, hevur tað alstóran týdning, at jødiska fólkið fyri kríggið verður lýst, heldur Jastrid á Dalbø.
- At jødar livdu eitt heilt vanligt lív við dreymum, eins og øll onnur menniskju. Tað hevur týdning at síggja tey sum heil og vanlig menniskju.
Hvussu undirvísa vit í traumatiskum viðurskiftum uttan at næmingarnir verða traumatiseraðir? Og hvussu nýta vit vitnisburðir og dagbøkur frá teimum, ið yvirlivdu í undirvísingini?
- Vit fingu undirvísing í, hvussu lívið og livimátin var í gettounum, týðingarlegunum og ”endaligu loysnini”. Ljós varð varpað á, hvussu tað var at koma aftur til lívið og lív teirra, ið komu undan á lívi.
Nógv tilfar
Tað er upplagt at undirvísa um holocaust í søgu, kristni, tá ið evnið er siðalæru, og í føroyskum, tá ið evnið er mannarættindi (Les 3). Ógvuliga nógv gott og fjølbroytt tilfar er um evnið. Nám hevur latið gera evnissíðu á snar.fo um Holocaust; á síðuni eru almennir upplýsingar um Holocaust, undirvísingarupplegg og slóðir til tilfar úr Námi og aðrastaðni við, at brúka í skúlanum. Umframt útgreinaðar undirvísingargongdir um Holocaust, ber til at fara inn í Auschwitz-Birkenau við føroyskum ferðaleiðara.
Á donsku heimasíðuni folkedrab.dk er íblástur at fáa til undirvísingina í hesum evni. Hon er góð at nýta og væl býtt upp. Eisini enska heimasíðan holocaustexplanied.org er ógvuliga gjøgnumførd til næmingar at nýta, bæði sum bakgrundsvitan og sum undirvísingartilfar.
Filmurin ”Theresienstadt - danske børn i nazistisk fangenskab” er góður at arbeiða við, hann er býttur sundur í partar, ið kunnu nýtast einsamallir, og er góður at brúka at kjakast út frá. At nýta plakatir og postkort, ið sýna ymiskar støður, er sera gott.
- Mær dámdi væl bókina hjá Robert Fischermann At forstå er ikke at tilgive, sum er um ein danskan kz-fanga í Theresienstadt og søgu hansara eftir 62 ár í tøgn. Eisini skaldsøgan Havet i Theresienstadt eftir Mortan Brask er sera væl skrivað. Dvd-filmurin ”May your memory be love”, har grikkin Ovadia Baruch sigur søgu sína, er hugtakandi. Bókin How was it humanly possible? eftir Irena Steinfeld er eisini góð í undirvísingarhøpi, skrivar Jastrid á Dalbø.