Tíðindi

Umráðandi, at næmingar fáa góðan kunnleika um yrkisrættaðar útbúgvingar

Fólkaskúlin eigur ikki einans at fyrireika næmingar til bókligar útbúgvingar, men at geva teimu eins góðan kunnleika um, hvørjir møguleikar eru fyri yrkisrættaðum útbúgvingum. Tað sigur Marius Thomassen, ráðgevi í Vinnuhúsinum og limur í Yrkisútbúgvingarráðnum.

23.05.2024

Kjarnin í virkseminum hjá feløgunum í Vinnuhúsinum er at tryggja, at føroyskt vinnulív hevur bestu møguleikarnar fyri at kappast, mennast og framleiða varandi virði. Sum part av virkseminum eru tey farin í samstarv við fólkaskúlan við at kunna næmingarnar um tær fleiri enn 70 yrkisútbúgvingarnar, sum næmingarnir seinni kunnu velja sær sum yrkisleið.

- Vinnuhúsið hevur í fleiri ár havt eitt ávíst samstarv við fólkaskúlan, har vit saman varpa ljós á yrkisútbúgvingarnar á sjógvi og landi í breiðari merking. Í okkara arbeiði royna vit at fáa ein javnan streym av lærlingum og at økja um sjálvt lærlingatalið. Umframt hetta vóna vit at fáa tey røttu at gerast lærlingar. Tað vil siga at kveikja áhugan fyri fakinum hjá teimum, sum veruliga ynskja sær eina yrkisrættaða yrkisleið og hava áræði og handalagið til starvið, sigur Mariusi Thomassen, sum saman við yrkislærdum hvørt ár kunnar fólkaskúlanæmingar um yrkisrættaðu útbúgvingarnar.

Umfatandi kanning, sum Vinnuhúsið gjørdi millum limir sínar í desembur 2023, váttaði eisini, at tað serliga eru yrkislærd, umframt KT-førleikar og hægri tekniskar útbúgvingar, so sum verkfrøði og byggifrøði, sum vinnufyritøkur spyrja eftir.

- Tí er tað avgerandi, at vit bæði fáa fortalt um mongu starvsmøguleikarnar, tey kunnu fáa við einari yrkisútbúgving, umframt at vit arbeiða fram ímóti, at fleiri yrksiútbúgvingar hava skúlagongd í Føroyum.

Í Vinnuhúsinum vísa tey alsamt á ovurstóra tørvin á yrkislærdum, tí hesi hava avgerandi týdning fyri góðskuna í sjóvinnuni, byggivinnuni, tænastuvinnuni, framleiðsluvinnuni og øðrum vinnum eisini. Tí síggja tey eisini týdning í, at hetta sum heild gerst ein størri partur av frálæruni og kunningini í fólkaskúlanum.

- Tað er umráðandi, at fólkaskúlin ikki einans fyrireikar næmingar til bókligar útbúgvingar, men at næmingarnir fáa eins góðan kunnleika til, hvørjir møguleikar eru fyri yrkisrættaðum útbúgvingum, leggur Marius Thomassen dent á.

- Vit hava millum annað gjørt undirvísingartilfar til lærarar at brúka og eitt hefti við yvirskriftini Skúlavitjanir á byggiplássum, har tey í skúlanum kunnu arbeiða við evnum sum t.d. Frá tekning til bygging ella Trygd á arbeiðsplássinum. Hetta er gjørt í teirri vón, at lærarar eftir vitjanina frá Vinnuhúsinum og teimum yrkislærdu arbeiða víðari við at kveikja áhugan hjá næmingunum.

Hóast næmingarnir í 8. flokki eru rættiliga ungir, sær Marius Thomassen møguleikan í, at nøkur teirra minnast tað, tey hava hoyrt, og seinni fáa hug at fara yrkisrættaða vegin. Tí hendan dagin møta næmingarnir yrkislærdum, sum eru errin av yrkinum og siga, hví teimum dámar starvið. Tey kunnu við hesum gerast góðar fyrimyndir fyri næmingarnar.

- Í 8. flokki bjóða vit breitt inn til kunning. Fyrst yvirskipað, og síðari fara næmingarnir á vitjan í ymisku flokshølunum, har til samans eini 14 yrkislærd – bæði kvinnur og menn – errin siga frá sínum arbeiðsdegi og sínari útbúgving. Tá ið dagurin er liðugur, hevur hvør næmingur hoyrt frá eini fýra teirra og hevur eitt ávíst innlit í ymisku vinnurnar.

Les alla samrøðuna, sum Tóra við Keldu hevur skrivað, í Skúlablað nr 2, 2024.

Mynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni