Tíðindi
11.11.2021
- Tað hevur týdning, at næmingurin tímir at lesa júst ta bókina, at næmingurin av og á kennir, at hann eisini hevur eitt val, og at lesigleðin verður sett í hásæti heilt frá byrjanini í 1. flokki. Tá vit hava sjálvstøðuga lesing, so kanni eg av og á, hvussu nógv orð eru á eini ávísari síðu, ið næmingurin ikki kennir. Næmingurin strikar undir orð, ið hann ikki fatar. Eru tað ov nógv orð, so er bókin ov torfør; tá má næmingurin fáa hjálp við at lesa júst hesa bókina ella velja eina aðra.
Ikki minni týdning hevur tað at læra næmingarnar at sita og hugsavna seg um lesing, heldur Nita Næs. Hetta kemur ikki av sær sjálvum, tí eitt miðvíst arbeiði skal til.
- Mínar royndir eru, at tað hevur sera stóran týdning at fáa næmingarnar at lesa nógv fimm tey fyrstu árini, so tey lesa raðið í 6. flokki. Hesi árini tíma tey eisini ofta væl at arbeiða við bókunum á ymiskan kreativan hátt. Næmingarnir fáa møguleika at evna við hondunum, samstundis sum arbeitt verður við lesingini. Tað er ein góður arbeiðsháttur; tá lesa tey fyrst allar bøkurnar, og skulu so aftur í ávísu bókina at lesa og at leita eftir møguligum svari til ávísa evnið, ið tey arbeiða við.
Nita Næs hevur altíð eina felags lesibók. Útgangsstøði verður tikið í hesi bókini, tá ið tað kjakast ella arbeitt út frá tí sama tilfarinum. Síðsta skúlaár hevði hon ein 4. flokk og samanlagdan 5. og 6. flokk í føroyskum. Hon hevur lagt stóran dent á, at næmingarnir lesa upp fyri sær hvørja viku í minsta lagi tvær ferðir, umframt at tey parlesa.
- Ein og ein kemur upp til mín at lesa, meðan restin situr og arbeiðir við øðrum. Eisini hava tey altíð sjálvstøðugar lesibøkur, har eg eri við í bókavalinum, so eg veit, at tey fáa nakað burturúr og mennast í lesitilgongdini. So eg kann gott siga, at eg stýri nokk so nógv undirvísingini, og hvat tey gera.
- Tað er so løgið við tí at lesa og fata; ein næmingur, ið ikki hevur lætt við at lesa og avkoda, kann kortini hava lætt við at fata, tá ið lisið verður upp fyri honum, og næmingurin kann duga sera væl at greina og tulka, hóast hann hevur trupulleikar at lesa tekstin sjálvur. Nøkur avkoda skjótt, lesa við lívi í og fata kortini ikki tað, ið tey lesa, ella duga ikki at brúka tað. Og so eru tað aftur onnur, ið megna bæði at lesa, fata og tulka. Lesing er ein sera samansett tilgongd og fyri summi tekur tað fleiri ár at læra at lesa. Tað týdningarmesta er, at lærarin altíð minnist til, at næmingar læra at lesa á ymiskan hátt, tí má lærarin brúka fleiri ymiskar undirvísingarhættir í lesing, og at dentur verður lagdur á lesigleðina, hugin at fara inn í søguna, læra høvuðspersónin at kenna og so framvegis
Les alla greinina í Skúlablað nr 5, 2021