Tíðindi

Umráðandi, at bókasavnið altíð er opið

Tað er umráðandi, at bókasavnið í skúlanum altíð er opið, og at einstakir næmingar altíð kunnu koma á bókasavnið. Tað er eisini umráðandi, at flokkar hava eina ávísa ásetta tíð í mállærugreinunum, í grundini í øllum lærugreinum, soleiðis, at teir kunnu sita á bókasavninum. Tað sigur Gunrið Kallsberg, lærari á Skúlatrøð; hon virkar sum bókavørður á skúlabókasavninum í skúlanum.

15.12.2021

Hvønn týdning hevur skúlabókasavnið fyri lesivanar?

Skúlabókasavnið hevur stóran týdning fyri lesivanarnar. Tað er eisini sera umráðandi, at skúlabókavørðirnir eru skikkaðir, eldhugaðir og hava góðar umstøður, so teir kunnu skipa fyri lesiátøkum.

Hvussu eigur skúlabókasavnið at verða brúkt?

Tað er umráðandi, at bókasavnið altíð er opið, og at einstakir næmingar altíð kunnu koma á bókasavnið. Tað er eisini umráðandi, at flokkar hava eina ávísa ásetta tíð í mállærugreinunum, soleiðis, at næmingarnir kunnu sita á bókasavninum í enskum, donskum og føroyskum og lesa og njóta løtuna. Fyri sovítt hevur hetta eisini týdning fyri náttúrulærugreinarnar.

Hvussu heldur tú karmarnir og umstøðurnar hjá skúlabókavørðum eru at miðla bøkur, menna lesivenjing og so framvegis?

Nú eru vit stutt síðani flutt í nýggja skúlan og nýtt bókasavn, so fysisku karmarnir eru rættiliga góðir. Higartil er stóri parturin av okkara tíð seinasta árið farin at seta upp og skipa bókasavnið og skráseta tilfar. Eisini hevur korona órógvað fríu nýtsluna hjá næmingunum, so vit hava ikki kunnað havt bókasavnið so opið sum ynskiligt er.

Vit hava rættiliga nógv hugskot, sum vit vilja gera til veruleika, men tað vísir seg sum at avgreiðsla og rykkjarar fylla nógv, og vit koma ikki víðari í tann mun, vit ynskja. Og so er tað sjálvandi skúlabókavarðaútbúgvingin, sum enn manglar og sum er rættiliga umráðandi at fáa. Eg vóni, at útbúgvingin verður veruleiki skjótt.

Um vit skulu kunna miðla bøkur, so hava vit eisini brúk fyri tíð/tímum til at lesa bøkurnar, og hetta er ikki veruleiki uttan vit lesa í okkara frítíð.

Í hvønn mun heldur tú, at skúlabókavørðurin kann vera lesikveikjari?

Hann kann í stóran mun vera lesikveikjari, og tí hevur tað eisini stóran týdning, at skúlabókavørðurin hevur stundir at lesa nýggja tilfarið, sum kemur út. Bøkurnar, sum vit hava lisið, kunnu vit viðmæla næmingunum, og tí átti partur av tímunum hjá skúlabókavørðunum verið settir av til lesing. Tá skúlabókavørðurin kennir tilfarið, so kann hann ávirka næmingarnar og kveikja lesihugin. Tá skúlabókavørðurin kennir tilfarið, kann hann skapa eina væntan og eina undanfatan hjá næminginum til bókina.

Hvønn týdning hevur frílesing fyri lesivanar?

Frílesing hevur stóran týdning fyri góðar lesivanar, og her hugsi eg, at tað ikki bara er tíggju minuttir, men longri enn tað og regluliga. Eg hevði sjálv ein 8. flokk í fjør. Hvønn morgun, eg byrjaði við teimum, so lósu vit í 20-25 minuttir. Tann løtan var góð og bleiv betri og betri sum tíðin leið.

Hvussu arbeiða lærarar best og skipað við frílesing?

Tað hevur týdning at hava frílesing regluliga og dagliga. Fyri ein part at vita, um næmingarnir fáa nakað burturúr, men eisini lata teir fáa frið at lesa.

Hvat heldur tú eigur at verða gjørt, soleiðis at næmingar lesa meiri?

Onkuntíð kann tað virka sum, at vit lærarar altíð vilja hava næmingarnar at arbeiða við tí, teir lesa. Eg trúgvi, at tað kann órógva lesingina og gleðina við at lesa. Hvat við at lata teir lesa meira uttan at viðgera?

Í sambandi við eldru flokkarnar, so verður alt ov lítið lisið í skúlanum. Tað eru ikki stundir til frílesing í 9. flokki, tí tíðin er so stutt, og pensumið skal lesast fyrst og fremst. Hetta er ógvuliga spell. Kanska tað er neyðugt við onkrum intrivi í verandi krøv til pensum. Ella tað verður eitt krav frá hægri myndugleikum, at meiri tíð skal brúkast til frílesing.

Eitt skúlabókasavn eigur at vera dagført við góðum og viðkomandi bókum, so bæði dreingir og gentur kunnu lesa um tað, sum tey hava áhuga fyri. Tað hevur avgjørt eisini týdning, at skúlabókavørðirnir lesa nýtt og annað tilfar, so vit kunnu vitja skúlastovurnar við nýggjum tilfari og eggja næmingunum at lesa góðar bøkur. Tá vit vísa okkara lesieldhuga og kunnleika til bøkur, so kunnu vit eggja og ávirka okkara brúkarar/næmingar.   

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni