Tíðindi
25.09.2024
Hvørji átøk kunnu hugsast at vera skilagóð hjá skúlum og lærarum at seta í verk fyri at næmingar trívast væl. Bólkurin, sum hevur gjørt seinastu trivnaðarkanningina og hinar tríggjar undan hesari, hevur sjey tilmæli. Tey eru ikki í raðfestari raðfylgju, men kunnu nýtast sum íblástur og kveikjan hjá skúlunum.
Millum tilmælini eru, at skúlar, hvør í sínum lagi og saman, skipa fyri skeiðs- og temadøgum, har trivnaður og happing verða viðgjørd. Hugskotið at lata skúlar tosa saman, er grundað á ta fatan, at skúlarnir kunnu læra av royndum hvør hjá øðrum.
Í kanningini, sum varð gjørd í 2019, søgdu fleiri næmingar seg ikki vita, at næmingaráð var á sínum skúla. Men tað hevur stóran týdning, sigur Katrin av Kák, at næmingarnir verða kunnaðir um rættin og val til næmingaráð, tí tað er partur av teirri demokratisku uppalingini og hartil røddin hjá næmingunum í øllum týðandi viðurskiftum, sum hava við skúlan at gera. Eisini, tá ið talan er um viðurskifti, ið snúgva seg um trivnað og happing. Tí valdi bólkurin at minna skúlarnar á næmingaráðini, sum eisini eru ásett í lógini um fólkaskúlan.
Tað er okkurt, sum bendir á, at áheitanin hevur munað, tí í teirri nýggjastu kanningini er talið kvinkað munandi uppeftir, og fleiri siga seg nú vita um næmingaráðið. Og tað er ein bati, sum er at fegnast um, heldur Katrin av Kák.
- Tað hevur stóran týdning, at næmingarnir verða hoyrdir í øllum týðandi málum. Annars er vandi fyri, at skúlarnir hvørki lurta eftir ella ráðføra seg við næmingarnar, og at avgerðir verða tiknar grundaðar á ytri viðurskifti, sigur hon.
Katrin av Kák heldur seg í hesum sambandi hava varnast eina ávísa broyting, sum farin er fram seinastu árini.
- Børn og ung í dag eru í nógv størri mun enn fyrr von við at seta orð á og duga betur at reflektera um egin viðurskifti. Tey eru uppald eftir demokratiskum leisti og sinnalagi og von við at verða spurd og svara fyri seg. Tí setir tað herd krøv til tey vaksnu, bæði foreldur, skúlar og lærarar. Men eisini til okkara, ið gera trivnaðarkanningar av hesum slagi, og ikki minst til skúlamyndugleikarnar, ið varða av. Vit kunnu ikki loyva okkum at spyrja børnini og tey ungu eftir og ikki taka svarini í álvara. Tað er skyldan hjá skúlamyndugleikum og øðrum avvarðandi at taka svarini til eftirtektar og gera alt fyri at betra um karmarnar og umstøðurnar í skúlanum, so øll trívast og hava tað gott, sigur Katrin av Kák.
Hon heldur, at tað kann vera eitt møguligt hugsanargrundarlag, ein hypotesa, at gjógvin millum ættarliðini er vorðin størri.
- Møguliga megnar skúlin ikki at fylgja við broyttu tíðini. Sum vaksin hava vit vant børnini við at seta orð á, men vit megna kanska í alt ov lítlan mun at lurta og taka ímóti og geva teimum eitt nøktandi aftursvar. Fleiri næmingar geva til kennar í kanningini, at tey hava tørv á at verða hoyrd og lurtað eftir, og tí kunnu svarini benda á, at skúlin ikki er skrúvaður saman, so hann nøktar tørvin hjá nútíðarnæminginum, sigur Katrin av Kák.
Men vandi er sum kunnugt í hvørjari vælferð. Samfelagsligu broytingarnar hava í mangar mátar verið til tað betra, heldur hon, men avbjóðingar lúra eisini. Og skulu vit gera eftir tíðarandanum, mugu vit fara skjótt ígjøgnum nakrar av teimum orsøkum, sum ofta verða sagdar at hava týdning fyri versnaða trivnaðin millum børn og ung í skúlanum. Júst tíðin er ein grundleggjandi táttur. Tað er, at nógv í dagsins samfelag skal ganga so skjótt fyri seg og við høgari ferð. Onnur orsøk kann vera, at trýstið um at standa seg væl í skúlanum og fáa tey bestu próvtølini, ið geva atgongd til víðari og hægri lestur, tyngir næmingarnar óneyðuga nógv. Og sum tað triðja – og kanska serliga aktuelt í tíðini – er tankin um ta ógvisligu psykologiseringina, sum hevur breitt seg seinastu árini. Ein orsøk til tað kann vera, heldur Katrin av Kák, at børn og ung í størri mun ikki uppliva seg at fáa nøktandi svar og tí venda trupulleikanum inneftir og halda, at tað er teimum, tað er galið við. Harvið tann økta psykologiseringin. Men tað er ein støða, sum ofta vísir seg ikki at vera í samsvari við veruleikan, tí ofta er talan um viðurskifti og støður, sum eru púra natúrligar avbjóðingar í lívinum og ikki sjúkligar og tí hvørki krevja diagnosu ella viðgerð. Tí er umráðandi at lurta og gáa eftir, hvat børnini og tey ungu hava upp á hjarta, tí um eingin vaksin lurtar, manar tað fram misálit og mistreysti, sigur Katrin av Kák.
Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 4, 2024.