Tíðindi
27.03.2025
Í 2016 var eitt stórt og týðandi fet tikið, tá ið nýtt orðblindakanningartilfar var liðugt og tikið í nýtslu í skúlaverkinum. Í dag er tilfarið loksins komið út á prenti. Orðblindakanningartilfarið hevur til endamáls at finna fram til næmingar, ið eru orðblindir. Allir næmingar í triðja flokki skulu kannast fyri orðblindi fyrst í triðja skúlaárinum.
Mona N. Steintún og Torgunn Poulsen, sum báðar eru audiologopedar, fóru undir at týða og tillaga orðblindakanningartilfarið í 2012; báðar vóru tá í starvi á Sernámi.
Forkvinnan í orðblindalærarafelagnum, Annika Katrin Joensen, segði á hátíðarløtuni í dag, at tað er eitt týðandi framstig, at tilfarið nú er á prenti, tí nú er ikki longur neyðugt at kopiera tilfar, tá kanningarnar skulu gerast.
- Eisini hava vit fingið eina loysn, sum ger tað møguligt at skráseta orðblindatestina á OneDrive, og tað er eisini vert at gleðast um. Hetta er ein stórur dagur fyri okkum øll.
Um eitt ár ella so verða allar orðblindatestirnar savnaðar í Kervi+, og tá fert at bera til at síggja, hvussu nógv børn eru orðblind fyri hvønn árgang, og tað, sum hevur uppaftur størri týdning, at skúlar kunnu seta inn so tíðliga sum gjørligt. Nám, sum hevur givið út orðblindakanningartilfarið hevur ábyrgdina av at umstita yvirlitsskrásetingina vegna Barna- og útbúgvingarmálaráðið. Eyðun Gaard, stjóri á Námi, fegnaðist um, at tilfarið er komið út á prenti, og at onnur framstig eru í umbúna, eitt nú at eftirútbúgving av orðblindalærarum verður boðin út innan stutta tíð.
Fyrsti partur av orðblindakanningini er ein screening; í hesum orðinum liggur, at hetta er ein yvirlitskanning, sum verður brúkt til allar næmingar í 3. flokki. Kanningin er ein nonorðakanning við 25 tvætliorðum, sum næmingarnir ikki hava sæð fyrr. Screeningin fer fram sum ein fyrisøgn, har tey 25 tvætliorðini verða lisin upp, og næmingarnir hava 20 sekund at skriva hvørt einstakt orð. Úrslitini verða mett sambært normunum fyri byrjanina av triðja flokki. Um næmingarnir stava 8 ella færri orð rætt í screeningini, skulu teir kannast víðari við restini av kanningini, ið er bygd upp í trimum; har er frádráttur av ljóðum, upplestur av orðum og upplestur av nonorðum. Hevur næmingurin orðblindatrupulleikar í minst tveimum av teimum trimum einstaklingakanningunum, verður mælt til at geva honum serligan ans, so hann kann fáa hjálp til teir trupulleikar, lærarin sær, at teir hava.
Næmingarnir, ið vórðu tiknir út til einstaklingakanning í fyrru kanningini, tí teir stavaðu 8 ella færri orð rætt, verða kannaðir aftur, tá ið skúlaárið er nærum liðugt. Tá verður øll orðblindakanningin gjørd aftur, ið er nonorðastaving, frádráttur av ljóðum, upplestur av orðum og upplestur av nonorðum. Borið verið síðan saman við normin, og vísir kanningin, at næmingurin framvegis hevur orðblindatrupulleikar í trimum av teimum fýra kanningunum, verður mælt til at geva næminginum ta hjálp, honum tørvar, umframt at fylgja neyvt við menningini hjá næminginum í lesing og skriving í árunum, sum koma.
Við fyrireiking og frágreiðing til næmingarnar tekur kanningin umleið ein skúlatíma. Ætlanin er, at fyrra kanningin verður gjørd í byrjanini av triðja skúlaári, og seinna kanningin í mai/juni, tá ið bara tey, sum í fyrru kanningini vóru sáldað frá, verða kannað aftur.
Fyri at fáa atgongd til tilfarið, krevst, at lærarin hevur tikið skeið í orðblindakanningini.
Mona N. Steintún greiddi frá á hátíðarløtuni, hvussu tilgongdin hevur verið at gera tilfarið. Hon hevur áður greitt frá hesum í Skúlablaðnum.
- Danskt kanningartilfar er fyrimyndin, tað er síðan føroyskað og tillagað. Føroyskt er so nógv øðrvísi enn danskt, og tí eru føroysku orðini ikki beinleiðis týdd, men vald út eftir serligum treytum; føroysku orðini lúka somu ljóðskipanarligu og grundleggjandi treytir, sum tey donsku gera. Tá vit funnu útav, hvussu nógv orð tey niðastu 10 prosentini stavaðu rætt í screeningini, sóu vit, at hesir næmingarnir skrivaðu 14 ella færri orð rætt. Í fyrsta umfari settu vit tí markið at vera 14 orð, tað merkir, at skrivaðu næmingarnir 14 av 25 orðum rætt ella færri enn tað, so skuldu tey kannast av nýggjum. Tá ið vit so kannaðu svarini, sóu vit, at talan ikki var um trupulleikar, sum søgdu nakað um orðblindi, so vit settu markið lægri, til 8 orð. Vit sóu í eftirkanningini, at næmingar, sum stavaðu 9-14 orð av 25 rætt, klára seg væl og hava ikki orðblindatrupulleikar. Vit siga tí nú, at hevur tú 8 ella færri enn 8 orð røtt av 25, so er okkurt, sum bendir á, at tú kanst vera orðblindur, og tá eigur nærri kanning at verða gjørd.
- Grundin til, at tað ikki verður kannað fyrr enn í triðja flokki, er, at tað ikki ber til at staðfesta orðblindi, fyrr enn næmingurin hevur havt høvi at læra seg at lesa og skriva. Tá ið barnið gongur í barnagarði ber til at kanna, um tað hevur ans fyri ljóði, men tað ber ikki til at kanna orðblindi tá. Hevur barnið trupulleikar við ljóði tá, er umráðandi at taka tað í álvara og arbeiða við tí. Tey, sum fáa staðfest orðblindi í triðja flokki, vísa seg hinvegin ofta at hava havt trupulleikar við ljóði, tá ið tey gingu í barnagarði, tó kortini ikki øll.
Screeningartilfarið er gjørt til næmingar i triðja flokki og er tí ikki ætlað at verða nýtt til næmingar í fjórða flokki og eldri; næmingar, ið eru eldri enn triði flokkur, hava annað fatanarstøði, og tað leggur screeningartilfarið til triðja flokk ikki upp fyri.
Á myndini: Eyðun Gaard, stjóri í Námi, Emmy S. Joensen, ráðgevi í Námi og fyrrverandi stjóri í Sernámi, Margreth Olsen, stjóri í Sernámi, Harriet Poulsen, varastjóri í Sernámi, og Mona N. Steintún, audiologopedur.