Tíðindi

Týdningarmikil eftirmeting av læraraútbúgvingini

Eftirmetingin av læraraútbúgvingini kastar ljós á nógv týðandi viðurskifti og lýsir nógv ymisk sjónarmið. Nógvir áhugapartar koma til orðanna.

20.06.2024

Rúgvismikla eftirmetingin av læraraútbúgvingini, sum var liðug í februar í ár, hevur sera stóran týdning, heldur Frida Poulsen, útbúgvingarleiðari á Námsvísindadeildini, tí hon kastar ljós á nógv týðandi viðurskifti og lýsir nógv ymisk sjónarmið. Nógvir áhugapartar koma til orðanna, eisini áhugapartar, ið hava óbeinleiðis samband við útbúgvingina. Eitt nú eru ymisk sjónarmið um, hvat endamálið við útbúgvingini er, og hvat hon eigur at innihalda.

- Endamálið við læraraútbúgvingini eigur natúrliga at vera at útbúgva lærarar at arbeiða í fólkaskúlanum í Føroyum sambært tørvinum sum er. At hetta enn tykist at vera ein spurningur kemur helst av, at vit innanífrá ikki hava allýst endamálið við útbúgvingini nóg væl og neyvt. Ein atfinning er, at útbúgvingarprofilurin er ótýðiligur og ótíðarhóskandi, og at hann samsvarar illa við innihaldið í útbúgvingini. Læraralesandi kenna ikki útbúgvingarprofilin nóg væl til dømis, og tað kann undra. Tá ið so týðandi viðurskifti eru ógreið, gera ymisk sjónarmið seg galdandi um, hvønn veg útbúgvingin eigur at fara. Undirvísarar og granskarar á Fróðskaparsetrinum eru sum heild samdir um, at læraraútbúgvingin fyrst og fremst eigur at savna seg um at útbúgva lærarar og rætta seg eftir lærarayrkinum. Fólkaskúlin eigur sjálvsagt at flyta seg í takt við nútíðar samfelagið og nútíðar børn, og tað krevur, at mann reflekterar og brúkar tey ástøði og ta gransking, sum hava til endamáls at menna skúlan. So tað snýr seg um at brúka ástøðini til at menna praksis, og tí – haldi eg – at útbúgvingin er staðsett, har hon eigur at vera, nevniliga á Fróðskaparsetrinum.

At læraraútbúgvingin er á Fróðskaparsetrinum sum einhvør onnur útbúgving undir Setrinum, ger, at tað eru aðrar skipanir galdandi enn áður, tá ið talan er um bygnað og fyrisiting og sjálvsagt vald, vísir Frida Poulsen á.

- At Setrið sær útbúgvingina út frá einum akademiskum sjónarhorni, er líka natúrligt, sum áhugapartar úr skúlaverðini síggja útbúgvingini úr sínum sjónarhorni. Samstarvsráðið, sum aftur er farið at virka, er sera umráðandi í hesum sambandi, tí tað tryggjar, at sjónarmiðini úr skúlaverðini verða hoyrd. Tað vil so vera, at tað er eitt spenni millum pólarnar, men neyðturviliga nýtist tað ikki at vera ein vansi. Tað er bara so sera umráðandi, at tað innanhýsis á Námsvísindadeildini er púra greitt, hvat vit vilja við útbúgvingini, tí er útbúgvingarprofilurin ógreiður, eru vit ikki nóg týðilig.

Í høvuðsheitum vísir eftirmetingin, at føroyska læraraútbúgvingin samanborið við læraraútbúgvingar uttanlands er góð og væl umtókt, og at hon talar til dugnalig lesandi.

- Øll hesi parametrini siga, at grundarlagið fyri útbúgvingini er gott, at innihaldið er gott, og at hon er á einum fakliga høgum stigi. Hon er eisini væl kjølfest í samfelagnum í og við, at hon hevur nógv ár á baki. Men tá ið tað er sagt, so er hon ikki nóg høgt raðfest, tá ið talan er um fígging og gransking. Tað sýnist ikki vera líka lætt at fíggja gransking í námsfrøði og skúlaskapi sum onnur øki.

Tey, sum hava sitið í eftirmetingarbólkinum, eru Frida Poulsen, sum hevur verið forkvinna, Elisabeth Holm og Ingibjørg H. Reinert frá Góðskueindini á Fróðskaparsetrinum, Janus Jensen, sakkønur, Nina Reinert, útbúgvingarsamskipari á Námsvísindadeildini, Elsebeth Jensen, ph.d. í didaktikki á Universitetinum í Århus, og Randi Myklebust, ph.d í fleirmælisnámsfrøði av Høgskulen í Volda í Noregi. Eftirmetingin hevur verið drúgv og umfatandi, og tilmælini eru mong.

Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 3, 2024.

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni