Tíðindi
07.09.2023
Síðstu nógvu árini hevur nógv ljós verið varpað á týdningin at lesa. Emmy S. Joensen, ráðgevi í almennari námsfrøði á Námi, sigur, at skúlarnir hava fakligu fortreytirnar at fáa næmingarnar at lesa, tí har eru nógvir eldhugaðir lærarar, ið leggja dent á týdningin at lesa, og so eru lesivegleiðarar á nærum øllum skúlum. Júst hetta hevur týdning at hava í huga, heldur hon og vísir aftur á lesivanakanningina, har tað kemur fram, at tað eru lærarar, sum duga sera væl at kveikja lesihugin.
- Vit mugu tora at seta orð á hetta, nevniliga at tað hevur týdning, at eldhugaðir lærarar, sum brenna fyri lesing, fáa uppgávuna at læra næmingar at lesa og fáa teir at tíma at lesa og halda á at lesa. Hetta hevur so ómetaliga stóran týdning. Lærarar, sum brenna fyri lesing, vita, hvussu umráðandi tað er, at næmingar lesa bókmentir í skúlanum. Lesikveikjarin dugir at kveikja hugin hjá næminginum, sum hevur ilt við at finna eina bók, sum hann tímir; viðkomandi dugir at spora seg inn á áhugan hjá næminginum, tí tað er lykilin til lesihugin. Tí eiga leiðslurnar í skúlunum at syrgja fyri, at tað eru hesir lærararnir, sum undirvísa næmingunum í lesing. Eg eri greið yvir, at hetta á ongan hátt ein løtt uppgáva hjá eini leiðslu, men taka vit hetta í álvara, at børn lesa alt ov lítið, og tað eiga vit eftir mínum tykki, so er umráðandi, at vit gera eitthvørt munadygt. Tað kann gera allan munin hjá einum barni at fáa ein lærara, sum kveikir lesihugin. Tað vísa lesivanakanningarnar, og tað mugu vit taka í álvara. Lesivanakanningarnar eru eisini góðar ábendingar um ein hugburð, sum ger seg galdandi í samfelagnum. Børnini, sum taka lut í kanningini, vísa á ein samfelagstrupulleika, sum er, at tað sum heild verður lisið minni og minni alla staðni. Tað eru ikki bara børn, sum lesa minni og minni, vaksin í dag lesa eisini minni enn áður.
Les alla samrøðuna við Emmy S. Joensen í Skúlablað nr 4, 2023