Tíðindi
18.10.2023
Munurin millum kynini, millum kvinnur og menn, tá um valið av útbúgvingum ræður, er ógvuliga eyðsýndur og skapar ójavna á arbeiðsmarkaðinum, heldur hann.
Hesum ójavna vil Fróðskaparsetrið fegið til lívs, og rektarin heldur, at nýggja kanningin, sum granskarar á Fróðskaparsetrinum hava gjørt um javnstøðu, og hvussu ymiskt kvinnur og menn í Føroyum hugsa um evnið, kann vera eitt gott amboð í royndini at styrkja um tilvitskuna um javnstøðu í breiðari merking.
Rektarin vísir á, at kvinnur og menn hava neyvt somu atgongd og møguleikar at velja og søkja um upptøku á øllum útbúgvingum á Fróðskaparsetrinum. Í so máta er full javnstøða. Men býtið millum kynini á ymsu útbúgvingunum er skeiklað, og tað er hetta, sum í stóran mun setir kílar í og ofta er orsøk til ta gjógv, sum seinni vísir seg at vera millum kvinnur og menn á arbeiðsmarknaðinum.
Tøl frá Fróðskaparsetri Føroya vísa, at kvinnur í stóran mun søkja vælferðarútbúgvingar, ið hava við menniskju at gera og eru stílaðar almenna geiranum. Til dømis námsfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar og lærarar. Menn søkja í størri mun útbúgvingar, ið eru tongdar at privata geiranum, eitt nú innan tøkni og fíggjarheimin, og sum kunnu tryggja eitt starv á leiðslustigi.
Valið av útbúgving er við øðrum orðum púra avgerandi fyri, hvørjar møguleikar kvinnur og menn hava, tá ið talan er um væl lønt størv og eina bjarta framtíð á arbeiðsmarknaðinum.
- Longu har síggja vit kiman til skeivleikan og ójavnan millum kynini á arbeiðsmarknaðinum, sigur Martin Zachariasen.
Hann heldur, at tíðin er búgvin til at kanna nærri, hví bygnaðurin er, sum hann er, og hvussu skúla- og útbúgvingarskipanin kann skipast øðrvísi, so vit eggja kvinnum og monnum at velja og raðfesta útbúgvingar minni siðbundið enn nú.
- Vit hava tørv á at broyta hugburð og bygnað, so valið av útbúgving ikki elvir til tann stóra ójavnan, sum er í dag. Tað átti at verið bæði skjótari og lættari at skift millum útbúgvingar, størv og starvsleið alt lívið. Eingin skal kenna seg at vera bundin í einum bygnaði, ið er orsøk til ójavna. Eg skal ikki siga, at tað er ógjørligt og ikki vendst aftur, men tað er sjáldan, at vit síggja útbúgvið fólk skifta hest og ganga nýggjar leiðir. Tí ræður um at gera skilagóðar skipanir, sum tryggja møguleikar og javnstøðu á øllum økjum, sigur Martin Zachariasen.
Men javnstøða er einki eintýtt hugtak. Tað veldst um, úr hvørjum sjónarhorni hugtakið verður lýst og kannað. Meðan kvinnur í ávísum førum eru við skerdan lut, eru menn á øðrum økjum í minniluta.
Sambært rektaranum eru kvinnurnar í greiðum meiriluta, tá ið talið av lesandi á Fróðskaparsetri Føroya verður gjørt upp. Meira enn helmingurin av teimum lesandi eru kvinnur. Talið táttar næstan upp ímóti 70 prosentum.
Hetta kemur tó als ikki óvart á rektaran, tí tær stóru útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum, sum hava nógv flest lesandi, eru útbúgvingarnar til námsfrøðing og sjúkrarøktarfrøðing, men eisini til lærara. Við øðrum orðum júst tey fakini, ið vanliga og í siðbundnari merking verða mett sum kvinnufak.
Aftrat hesum er vert at hava í huga tað rák, ið sæst í londunum rundan um okkum, og sum nú eisini sæst í Føroyum. At tað eru munandi fleiri kvinnur enn menn, sum fara undir hægri útbúgving á lærdum háskúlum, universitetum.
Tað er gleðiligt, heldur rektarin, at kvinnurnar taka seg fram. Men trupulleikin er, um tað er skúla- og útbúgvingarskipanin, sum heldur fast um eina siðbunda mentan og fatan um kyn og útbúgving og forðar fyri javnstøðu. Tí ræður um, heldur hann, at skapa so góðar karmar sum gjørligt, so kvinnur og menn kunnu velja júst ta útbúgving, teimum hóvar, uttan siðbundnar og mentanarliga treytaðar hugsjónir.
- Avbjóðingin er at fáa kvinnur og menn at hugsa breiðari og ikki bara velja tær klassisku útbúgvingarnar, ið seta kynini í bás, sigur Martin Zachariasen.
Hann kundi hugsað sær, at kvinnur í størri mun flokkaðust um tær náttúruvísindaligu og tøkniligu lærugreinirnar og útbúgvingarnar, tí har eru kvinnurnar í minniluta.
Men er tað ikki júst í andsøgn við ta gongd, ið hevur verið at sæð seinastu árini? Til dømis, at kvinnur í nógv størri mun enn áður flokkast um eitt nú læknaútbúgvingina, sum í stóran mun byggir á náttúruvísindi?
- Jú, ásannar rektarin á Fróðskaparsetrinum.
Men, leggur hann aftrat, at læknar í stóran mun hava við menniskju at gera – um enn tað er út frá einum læknafakligum sjónarhorni – og tí liggur fakið ikki so langt frá tí siðbunda valinum kortini.
- Eg veit ikki, um eg tori at seta tað stóra ástøðið upp í ein spíss. Men vit eru aftur við tey somu rákini; at kvinnur velja fak, sum í størri mun hava við menniskju og empatiskar eginleikar at gera, og menn velja fak, ið umboða nakað annað og hava meira við tól og pengar og verðslig ting at gera, soleiðis grovt sagt og skorið yvir ein kamb, sigur hann.
Brot út grein. Les alla greinina í Skúlablað nr 4, 2023. Jákup Bogi Joensen hevur skrivað. Myndina hevur Álvur Haraldsen tikið.