Tíðindi
25.08.2017
Tugda hugmyndin um fjøltáttaða samfelagið, har øll lyfta í felag, soleiðis at hjólið kann mala, er ílatin nógvar ymiskar kápur. Troyggjan hjá floksfelaganum hjá mær í fólkaskúlanum rennur mær í hug. Ein óvanliga fleirmynstrut troyggja við alskyns litum, sum minti mest um ein part av loftinum á Sixtinska kapellinum. Á troyggjuni var m.a. reiðfólk, skip, blómur, hús, ælabogin, dansandi pinnamenn, eitt bíbliuvers, nakrar súkklur og eitt lítið ítróttamerki á bringuni.
Floksfelagin við sermerktu troyggjuni var av raskastu dreingjum til handaligt arbeiði, tá ið vit gingu í fólkaskúla. Tá ið tað snúði seg um egning og landing, kundi eingin av javnaldrunum standa honum kurl. Hann hevði virðing fyri sær sjálvum, sínum næsta og náttúruni, men arbeiðslagið og hegnið til skúlagongd vóru ikki í samljóði við skúlans krøv. Bókligu førleikarnir vóru lítið sjónligir, og tað gav at bíta, tá ið tann eini lærarin segði við hann, at hann ongantíð fór at verða til nakað! Sterk orð, sum betri vóru ósøgd, tí lærarin skuldi heldur verið kveikjarin, sum dugdi at síggja møguleikar heldur enn forðingar.
Havi fingist við ítrótt størsta partin av lívi mínum. Fyrr sum íðkandi og nú sum ungdómsvenjari í fótbólti. Vanligt er, at tosað verður um talent. Um ungar leikarar, sum hava serliga bjarta framtíð, tí okkara innara vølva hevur skoðað í kúluna og sæð, at hesin leikarin fer at umboða okkara tjóð og føra hana ímóti tindunum. Men vit venjarar fara ofta skeivir. Næstan altíð. Tí tað at gerast ein dugnaligur fótbóltsleikari á høgum stigi krevur so óendaliga nógv meira enn einans at duga at sparka ein bólt ella at renna skjótt. Hugur, arbeiðssemi, mótstøðuføri, treystleiki, vilji at vinna og nógv annað spælir ein stóran leiklut. Hetta eru alt eginleikar, sum koma innanífrá – sum eru íbornir ella kveiktir av onkrum kveikjara.
Tað eru jú ikki allar blómur, sum spretta eins skjótt og væl, sum vit ynskja. Vit kunnu væta moldina, lúka, sáa, men vit stýra ikki vindinum, kuldanum og sólini.
Vit kunnu kveikja og vera tær góðu fyrimyndirnar fyri okkara næmingar. Vit kunnu vísa teimum, hvat virðing er – virðing fyri sær sjálvum, øðrum og náttúruni. Men vit kunnu ikki stýra tí, sum hendir heima og í frítíðini. Næmingurin kann ikki velja sín sosiala arv.
Tey fylgja okkara tryggu fótasporum, tá ið teirra tilvera ikki tykist trygg - tá ið brattlendið er ov bratt, grundin ov óstútt, og tá ið tað brakar í groypingum.
Aðalmál okkara sum lærarar má vera, at vit altíð gera okkara ítasta fyri at fáa tilfeingið so virðismikið sum gjørligt, tá ið tað kemur til lands eftir 9 ella 10 ára skúlagongd. Her verður fyrst og fremst hugsað um grundleggjandi tættir sum virðing fyri sær sjálvum og sínum næsta, náttúruni og samfelagnum. Tá er umráðandi, at kveikjarin kveikir og ikki køvir.
Eg møtti floksfelaganum við troyggjuni tann dagin, ið vit hátíðarhildu, at tað nú vóru 15 ár liðin, síðani fólkaskúlin var lokin fyri okkara viðkomandi. Hesin fortaldi mær tá, at alt á mynstrutu troyggjuni gav meining – alt hevði okkurt at týða fyri hann. Eg umboðaði ítróttamerkið, meðan onkur annar umboðaði dansandi pinnamenninar. Hann umboðaði sjálvur skipið, sum var á troyggjuni, tí nú var hann vorðin skipsførari.
Gott hevði verið, um vit sum lærarar á onkran hátt kundu verið ein partur av dansandi pinnamonnunum á troyggjuni og saman við næmingunum funnið taktfast, felags stev, tí dansurin skal dansast í øllum førum í 9 ár, tá ið veiðan verður avskipað. Tá er gott at hava góðar landarar.
“Aðalmál okkara sum lærarar má vera, at vit altíð gera okkara ítasta fyri at fáa tilfeingið so virðismikið sum gjørligt, tá ið tað kemur til lands eftir 9 ella 10 ára skúlagongd.”
Klumma eftir Símun Joensen, lærara, í Skúlablað nr 4, sum júst er komið.