Tíðindi

Tørvurin á góðum vegleiðarum í skúlaverkinum fer at vaksa

- Skúlaverkið er í eini broytingartíð, og eg síggi fyri mær, at tørvurin á góðum vegleiðarum í skúlaverkinum bara fer at vaksa, sigur Nina Brockie Hansen, vegleiðari

21.12.2015

Nina Brockie Hansen, sum er lærari og vegleiðari í Skúlanum á Argjahamri, lesur á triðja ári til vegleiðara. Hetta er ein krevjandi og tíðarkrevjandi útbúgving, sum er mett til tvey ár, men av tí at tey, sum eru farin undir hesa útbúgvingina, starvast í skúlaverkinum, meðan tey eru undir lestri, verður útbúgvingin tikin yvir fýra ár. Fyrst fóru tey lesandi ígjøgnum eitt fyrireikingarskeið, síðan tóku tey diplomskeið og eftir summarsteðgin eru summi teirra farin undir master í vegleiðing. Átta av teimum, sum taka hesa útbúgvingina, eru fólkaskúlalærarar.
- Onkur heldur, at útbúgvingin er ov stór til fólkaskúlalærarar, men eg eri ikki samd. Sjálvsagt skulu fólk við góðum útbúgvingum eisini starvast í fólkaskúlanum. Skúlaverkið er í eini broytingartíð, og eg síggi fyri mær, at tørvurin á góðum vegleiðarum í skúlaverkinum bara fer at vaksa.

Útbúgvingin í vegleiðing gevur gott grundarlag at veita næmingum góða vegleiðing í øllum viðurskiftum, heldur Nina Brockie Hansen. Fyrsta skeiðið á útbúgvingin æt “Becomming a helper” og snúði seg um, hvussu vegleiðarin kann hjálpa og vegleiða í øllum viðurskiftum rundan um næmingin.
- Hetta grundskeiðið er sama skeið, sum sálarfrøðingar og ráðgevar av ymsum slag skulu taka. Skeiðið fevnir ógvuliga vítt.

Fyrsta fortreyt at vera ein góður vegleiðari er at hava gott samband við tey, vegleiðingin er ætlað.
- Av vera vegleiðari krevur nógv av tær. Tú skalt duga at kasta nógvar bóltar upp í luftina og finna teir aftur; tað krevur gott yvirlit, tað krevur menniskjatekki, og tað krevur ikki minst, at tú dugir væl at tosa við fólk. Fremst av øllum krevur tað av okkum, at vit ikki hava gjørt okkum eina fastlæsta mynd av næminginum áðrenn, soleiðis at vit síggja hann, soleiðis sum hann er, sama hvør hann er, ella hvat hann stríðist við.

Umframt at vera vegleiðari undirvísir Nina Brockie Hansen eisini nógvar tímar. Hon heldur, at tað eru bæði fyrimunir og vansar við at kenna næmingarnar.
- Í dag verður hildið, at tað er ein fyrimunur í arbeiðinum sum vegleiðari at tú ikki ert lærari hjá næmingunum, sum tú skalt vegleiða; at næmingarnir vita, hvør tú ert, og hvussu teir kunnu koma í samband við teg, er nóg mikið. Ein vansi ikki at vera lærari hjá teimum kann vera, at eg ikki kenni teir nóg væl; men jú longri eg arbeiði sum vegleiðari, betur koma næmingarnir at kenna meg.

Masterútbúgvingin í vegleiðing fer fram á Fróðskaparsetri Føroya, og hon er í samstarvi við Háskóla Íslands. Endamálið við útbúgvingini er m.a. at:

At geva virkandi og nýggjum vegleiðarum hollan ástøðiligan kunnleika um vegleiðarayrkið

At geva virkandi og nýggjum vegleiðarum amboð og møguleika til at veita dygdargóða lestrar- og yrkisvegleiðing til fólk í øllum aldri, á øllum útbúgvingarstigum og í mun til arbeiðsmarknaðarviðurskifti

At menna, skipa og professionalisera vegleiðarayrkið, eins og siðvenja er í londunum rundan um okkum

At skapa nýggja vitan um vegleiðing við at integrera gransking við praksis á skúlum, stovnum og á øðrum viðkomandi økjum

Tey, ið eru farin undir hesa útbúgvingina, eru úr øllum skúlaverkinum.

Lesið drúgva samrøðu við Ninu Brockie Hansen í Skúlablaðnum, sum kom 4. desember.

Mynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni