Tíðindi
09.05.2016
Fleiri serflokkatilboð fara at koma kring landið; tað hava bæði landsstýriskvinnan við skúlamálum, Rigmor Dam, og stjórin á Sernámi, Emmy S. Joensen, sagt. Stendur tað til skúlaleiðararnar í Eiðis skúla og Skúlanum við Streymin, so verður ein serflokkur stovnaður í Sundalagnum longu frá komandi skúlaári.
- Tað er tørvur á einum serflokki her í økinum; hvussu stórur tørvurin er, er ilt at meta um, men eg vildi sagt, at talið liggur um 5-10 næmingar. Okkum vantar tað sernámsfrøðiliga tilboðið her. Viðhvørt er neyðugt at geva næmingum eitt øðrvísi tilboð fyri at javnseta teir við aðrar. Eiðis skúli og Skúlin við Streymin hava roynt at strongt á at fingið ein serflokk leingi, so vit vóna inniliga, at vit verða millum tey økini, sum standa fyrst fyri tørni, sigur Tom Joensen, fyrstilærari í Eiðis skúla.
Serflokkatilboðið, ið Tom Joensen skipar til, skal vera eftir sama leisti, sum serflokkurin, sum í sjey ár hevur verið í Venjingarskúlanum í Havn, nú undir leiðslu av Skúlanum á Fløtum. Tað vil siga eitt tilboð fyri næmingar, sum onkursvegna eru dotnir úr vanligu skúlaskipanini vegna atferðar-, tilknýtis- og trivnaðartrupulleikar.
- Tað hevur sjálvsagt týdning fyri næmingarnar at vera í nærumhvørvinum, eisini fyri foreldrini, sigur Tom Joensen.
Hvar serflokkurin skal halda til, á Eiði ella við Streymin, er undirorðnað, sigur Tom Joensen.
- Staðsetingin er ikki umráðandi, bara serflokkurin kemur. Vit eru fús at skapa umstøður fyri flokkinum í Eiðis skúla, men verður mett, at tað er betri, at hann er aðrastaðni, so er eingin trupulleiki. Tað eru fleiri skúlabygningar í økinum, har eingin skúli er, so tað er eisini ein møguleiki.
Tað verður Sernám, sum visiterar næmingar til serflokkar, tað vil siga tekur avgerð um, hvør kann gerast næmingur í serflokkinum. Sernám er høvuðsráðgevandi eindin og hevur eftirlit, yvirlit og innlit í, hvat sertilboðið fevnir um. Starvsfólkini verða sett serskilt í serflokkin. Serflokkurin, sum byrjaði fyri 7 árum síðan í Venjingarskúlanum í Havn, hevði fyrsta árið 4 næmingar; í ár eru 30 næmingar.