Tíðindi

Tørvur á neyvari eftirmeting og størri gjøgnumskygni

Heimildin at gera royndarverkætlanir er frálíkt amboð, men má nýtast við skili, segði Annika Sølvará, forkvinna í Heimi og skúla og stjóri í Granskingarráðnum, eitt nú í framløgu síni á aðalfundi hjá Føroya Lærarafelag í morgun

16.04.2016

Annika Sølvará legði í framløgu síni dent á royndarvirksemi og gransking. Hon segði, at royndir og gransking kunnu geva íblástur, men neyðugt er at tillaga til og/ella taka støði í føroyskum/lokalum viðurskiftum
- Tørvur á meira kjaki og vitanarspjaðing v.m.

Tað eigur at vera størri politiskur og fyrisitingarligur vilji til gransking, og játtan til gransking í fólkaskúlanum eigur at vera oyramerkt, heldur Annika Sølvará; somuleiðis eigur skipan av vegleiðing at vera til royndar og granskingarvirksemi umframt størri gjøgnumskygni t.d. ein portalur við hagtølum, frágreiðingum, eftirmetingum og útgávum.

Tað er hópin av verkætlanum gjørdar, nakrar eru í gongd í løtuni, men hóast so, so eru hópin av evnum, granskað kundi verið í. Annika Sølvará nevndi nøkur dømi:

•Motivatión – hjá næmingum og lærarum
•Samband millum trivnað og læring
•Innskúling
•Lærutilfar
•Læra úr eftirmetingum
•Inklusión
•Kyn
•Stigbytt undirvísing
•Samband millum heim og skúla
•Útbúgvingarstig, arbeiði, hugburður hjá foreldrum
•Rørsla og læring
•Heimaarbeiði
•Klassiskar tímatalvur við lærugreinum/ evnisundirvísing
•Stavseting og málførleiki
•Skiftið millum dagstovn/skúla og fólkaskúla/miðnám ella arbeiði
•Skúlastødd, floks-stødd, samanseting, aldur, fakligt stig
•Bólka/Toymisarbeiði

Lesið framløguna hjá Anniku Sølvará her: http://www.heimogskuli.fo/index.php?id=31&tx_ttnews[tt_news]=96&cHash=922ee1fad91ab25d8c6edf1ad0d278df

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni