Stabbamynd greinar
04.10.2023
Parturin av børnunum, ið eru happað viðhvørt og ofta, minkaði frá 2007 til 2019, men hetta tal er munandi vaksið frá 2019 til 2023, og í 2023 er parturin á næmingum 17 %, ið svarar til, at tey eru happað viðhvørt og ofta; hetta er hægri enn í nøkrum av undanfarnu kanningunum. Í 2007 var tað 13 %, í 2015 11 % og í 2019 9 %.
Tað er stórur vøkstur frá kanningini í 2019 til nýggjastu kanningina í 2023. Í 2023 svaraðu 17 % av børnunum, at tey verða happað viðhvørt ella ofta, meðan tað vóru 11 % í 2019. Hetta er ein vøkstur á 55 %, og tað vekir undran. Hvussu kann tað bera til, at vøksturin hevur verið so stórur. Umstøðurnar í skúlanum eru ikki broyttar so nógv, so tað má hugsast, at tað eisini er okkurt í samtíðini sum ávirkar. Tá ið talan er um flokkarnar hvør sær, er vøksturin 60 % í 5. flokki, 50 % í 7. flokki og 29 % í 9. flokki.
Tað er stórur munur á aldursbólkunum, tá vit hyggja at, hvussu nógv svara, at tey eru happað. Í 5. flokki 24 %, í 7. flokki 18 % og í 9. flokki 9 %. Í 5. flokki er parturin sostatt næstan tríggjar ferðir sostórur, sum svara, at tey eru happað, enn tað er í 9. flokki. Í 7. flokki er parturin tvífalt so stórur sum í 9. flokki.
Út frá úrslitunum eru tað serliga tølini fyri 5. og 7. flokk, sum órógva mest. Her er vøksturin størstur, 60 % og 50 %, og parturin av børnunum, sum svara, at tey eru happað, er hægri enn í nakrari av undanfarnu kanningunum. Í 9. flokki er broytingin ikki líka stór, har er parturin 9 %, sum er tað sama sum í 2015 og minni enn í 2007.
Tølini bera sín greiða boðskap, at tað er ein alt ov stórur partur av børnum, sum ikki hava tað gott, og hesi mugu takast í álvara. Vit mugu fáa nærri vitan um, hvat rørir seg millum børn og ung í dag, bæði í skúlanum og í lívinum hjá børnunum uttan fyri skúlan, tað veri seg heima og í frítíðini. Vit, skúli, foreldur og samfelagið, mugu taka hesa ávaring í álvara og handla, tí vit kunnu ikki bara lata standa til, tá vit fáa eitt tílíkt varskó frá okkara børnum og ungu.