Tíðindi
23.01.2025
Seinnu árini er talið av næmingum úr øðrum londum, børn hjá tilflytarum, vaksið sera nógv. Í fleiri ár hevur Tórshavnar kommuna styðjað upp undir undirvísingina í føroyskum sum annaðmál, sum Tórshavnar kvøldskúli hevur staðið fyri. Millum annað hevur verið skipað fyri undirvísing í sokallaðum móttøkuflokkum. Men nú Tórshavnar kvøldskúli hevur slept allari undirvísing í føroyskum sum annaðmál, er málsøkið flutt til Undirvísingarstýrið at umsita. Sambært fólkaskúlalógini og kunngerðini um føroyskt sum annaðmál er tað kommunan, sum saman við skúlunum skal taka stig til móttøkuflokkar. Men Tórshavnar kommuna hevur í løtuni ongar ítøkiligar ætlanir um móttøkuflokkar, sigur Heini Gaard, leiðari á Mentamáladeildini. Undantakið er móttøkuflokkurin fyri flóttabørn úr Ukraina. Tann flokkurin heldur fram eftir sama leisti í Eysturskúlanum. Hinvegin vísir Heini Gaard á, at skúlarnir kunnu søkja Undirvísingarstýrið um tímar til føroyskt sum annaðmál. Skúlarnir í Tórshavnar kommunu hava umrøtt spurningin á fundi við kommununa. Millum annað varð umrøtt, um skúlarnir skulu fara undir at samstarva um undirvísingina í føroyskum sum annaðmál, men enn eru partarnir ikki komnir til nakra endaliga niðurstøðu. Freistin hjá skúlunum at søkja um tímar til føroyskt sum annaðmál er í februar í 2025.
Les alla samrøðuna, sum Jákup Bogi Joensen hevur gjørt, í Skúlablað nr 5, 2024.