Bloggur

Tíðum treystur

Tóri Atlason, læraralesandi á fjórða ári á Námsvísindadeildini, bloggar

10.08.2021

Aftur gerst tað myrkt um næturnar. Sólin nær líka at seta seg í nakrar tímar, áðrenn hon aftur sær, tá klokkan slær hálvgum seks á morgni. Ein áminning um, at summarferian er um at enda. Nú stundar til, at eg aftur fari at leita mær oman á Frælsið. Kenslan er hesaferð øðrvísi enn onnur ár. Næstuferð eg stígi inn til tann eyðkenda dámin av gamla skúlanum, har eg eisini gekk í fólkaskúla, verður tá eg byrji upp á hitt fjóðra og síðsta árið á leið míni til at gerast fólkaskúlalærari. Tíðin hevur flogið avstað, og nú vantar brádliga eittans ár, til eg eri liðugur. Kenslan er sorgblíð, og tað kitlar, sum við dimmalætting ein summarmorgun.

Tankar mínir floyma avstað! Um eitt ár verður lív mítt kollvelt. Tað tykist sum øll sekstan árini, eg higartil havi gingið í skúla, kulminera til hetta seinasta árið. Líti eg afturá, so minnist eg meg sjálvan dagdroyma um: Gongur alt til vildar, so verði eg útbúgvin sum 24 ára gamal í 2022. Tá standi eg við kaffimunni í hondini hinumegin pultin í mínum dreymastarvi! Og her siti eg nú, hin seinasta summarferian sum lesandi, fullur í orku og spentur at byrja upp á síðsta strekkið.

Góðan part av míni summarferiu eri eg farin upp við sólini, og eri farin til arbeiðis. Mær dámar illa at sita inni og binda frið, eg verði troyttur av hesum, so skjótt eg fái feriu. Mær hóvar at fara út at rokast og at gera okkurt til nyttu. Men eitt lærdi eg upp á ‘tann harða mátan’ í fjør; eg noyðist eisini at taka tað róligt. Eg arbeiddi tá nærum alla summarferiuna út í eitt, og byrjaði enntá áðrenn síðsta uppgávan var latin inn og eisini áðrenn, eg hevði fingið feriu frá hinum arbeiðinum hjá mær. Tað var ikki, fyrr enn eg skuldi byrja mítt triðja lestrarár, at eg varnaðist, at eg longu var útbrendur. Við hesum í mentu havi eg í ár tvingað meg at arbeiða minni enn í fjør, og eisini at taka mær av løttum, tá ið tað ber til.

At vera fullkomiliga útbrendur tók dyggan smeit á mína motivatión í fjør, og tað triðja árið gjørdist hitt mest avbjóðandi hiðartil. Enntá umhugsaði eg at seta lesnaðin á pausu, tí ikki er stuttligt at rógva í tungum sjógvi. Men eg valdi at herja á – tað eri eg sera takksamur fyri í dag. Sannleikin er, at vegurin til dreymin ikki altíð er við avbjóðingum fyri uttan, hóast tað kann tykjast so. Tað snýr seg tíðum um at vera treystur og ikki at lata seg fella í fátt. Tí hóast tað gerst myrkt og tungt, so rísur sólin snimma.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni