Tíðindi
26.01.2016
Í november í 2015 savnaði Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, allar lærarar og starvsfólk í fólkaskúlanum til ráðstevnuna um happing við heitinum: “vitan, veruleiki og visjón - skúlin sum slóðbrótari”. Í røðuni førdi Rigmor Dam fram, at tað týdningarmesta í skúlanum vóru førleikarnir hjá læraranum at undirvísa. Tí vildi hon raðfesta menning og útbúgving av lærarum.
Vitanin er týdningarmikil. Á skeiðinum í floksleiðslu fingu vit aftur staðfest sambandið millum førleikarnar hjá læraranum at undirvísa og úrslitið hjá næmingunum í skúlanum. Tað er tí at frøast um, at landstýriskvinnan hevur staðið við sítt lyfti á ráðstevnuni. Saman við starvsfólkunum á MMR og NÁM hevur hon skapt tann veruleikan, at hetta skúlaárið eru fleiri átøk, ið geva øllum lærarum møguleika at menna seg sum undirvísara enn undanfarin ár. Fyrst var ráðstevnuni um happing, síðani “Vika 44” - Skúlin í NET-samfelagnum, og nú eru skeið í floksleiðslu. Afturat hesum átøkunum, ið eru fyri allan lærarahópin, eru skeiðini hjá NÁM og útbúgving av støddfrøðivegleiðarum.
Veruleikin er tó eisini tann, at tey trý stóru átøkini vóru fyrst kunngjørd eftir, at samgongan var skipað. Og tað var eftir at virksemi í skúlunum til skúlaárið 2015/16 var skipað. Hetta órógvaði skúlaárið, men tá ið tílíkir serligir møguleikar eru, so eiga vit at taka av og gera okkara til, at tað eydnast.
Eg taki undir við visjónini, at átøk sum “VIKA 44”, ið styrkja allar lærarar, eru fruktagóð og eiga at gerast afturvendandi átøk. Men tað er neyðugt, at tiltøkini eru skipað í góðari tíð, so at tey kunnu roknast við í virksemið í skúlunum og í virksemisætlanina hjá lærarunum. Skeiði í floksleiðslu røkkur helvtina av lærarunum í ár, seinna helvtin av lærarunum fer til skeiðið í skúlaárinum 2016/17. Tað kann roknast við í virksemið í skúlunum, og lærarar eiga at fáa skeiðið roknað við í virksemisætlanina fyri skúlaárið 2016/17.
Væl útbúnir lærarar eru týdningarmiklir í einum góðum fólkaskúla. Skipað eftirútbúgving av lærarum hevur manglað í langa tíð. Mín vón er, at tiltøkini at menna lærarar í fólkaskúlanum sum undirvísarar hetta skúlaárið eru byrjanin til ein skipaða eftirútbúgving av øllum lærarum. Tað kann styrkja læraran, fólkaskúlan og einstaka næmingin.