Tíðindi

Tí minkar talið á skúlabørnum

Kvinnur í barnførum aldri hava útsett – og sostatt hækkað – aldurin hjá sær at eiga børn. Jú, fólkatalið í landinum veksur, men skúlabarnatalið minkar. Politikarar eru bjartskygdir. Vit eru skjótt 50.000 ... men skúlabørnini eru alsamt færri í tali. Hví?

17.08.2016

Grundin til, at fólkatalið í Føroyum veksur, er, at nettotilflytingin hevur verið størri tey seinnu árini enn nettofráflytingin. Ein natúrlig avleiðing av, at tíðirnar eru nógv betri nú enn í teimum undanfarnu búskaparligu kreppuárunum. Menn og kvinnur í ávikavist arbeiðs- og barnførum aldri flyta heimaftur, tó at vit skulu minnast til, at nettupp hesin partur av fólkinum framvegis flytur uttanlands at lesa og at arbeiða.

Nakað "boom" verður ikki uttan so, at vit finna hesa vælsignaðu oljuna, ella at Føroyar gerast av ovurstórum týdning sum ein depil í Norðuratlantshavi og í arktiskum høpi – sum útlit eru fyri.

Ein onnur grund er, at tilboðini um útbúgving og nú eisini íbúðir víðkast støðugt, og lestrarstuðulin veksur, hóast hann hjá mongum ikki er nøktandi, tí hann er framvegis væl minni enn í eitt nú Danmark.

Ein triðja grund er, at nógvar kvinnur í barnførum aldri hava útsett tað at eiga børn, til tær eru í tretivunum og fjørutinum. Tær vilja heldur ikki eiga so nógv børn sum fyrr, hóast føroyskar kvinnur hava europamet í at eiga børn. Men tað skal sjálvandi ikki metast javnt við tann barnaskara, vit høvdu fyrr í tíðini.

Ein fimta grund er, at vit verða eldri og eldri, altso liva longri enn nakrantíð fyrr. Tað ger sítt til, at fólkatalið veksur, men ikki barnatalið, tí tann barnføri aldurin hjá kvinnum viknar natúrliga.

Í Suðuroynni valdaði bjartskygni, tá ið Varðin Pelagic reisti seg á Tvøroyri fyri nøkrum árum síðan. Nú fór fólkatalið at vaksa, og við tí skúlabarnatalið. Nøkur tilkomin fólk fóru suður at arbeiða, men høvdu ikki børnini – skúlabørnini – við sær. Børnini eru rætt og slætt vaksin. Tey eru farin úr skúlanum, og foreldrini ella tey støku, sum fóru suður, manna eisini pendlararutuna millum Suðuroynna og norðanfjørðs. Tað víðkar sostatt ikki fólkatalið.

At færri børn fara í 1. flokk í hesum nýggja skúlaárinum – 670 børn – kann vera tí, at hetta er eitt fyribils tal, sum Mentamálaráðið ikki hevur fingið endaliga dagført enn. Men í ár er talið 15 minni enn í fjør, tá 685 børn fóru fyrstu ferð í skúla.

Í nýggja skúlaárinum – 2016/17 – eru til samans 6.780 næmingar í fólkaskúlanum umframt 141 í frískúlunum og 193 í forskúlunum. Í fjør var talið 6.889 næmingar. Uppgerðin er frá Mentamálaráðnum, og síðan uppgerðin varð gjørd, er Lítliskúli í Havn komin aftrat. Har ganga hetta skúlaárið til samans 31 næmingar í ár, 15 í forskúlanum og 16 í innskúlingini. Undanfarnu ár hava tølini sveiggjað eitt sindur upp og niður. Tó ikki tað stóra.

Vit skulu vist framvegis geva okkum stundir at bíða og vita, hvussu tann demografiski leikurin fer.

Keldutilfar: Lutvíst Hagstova Føroya og lutvíst Mentamálaráðið umframt fyrr kunngjørd tíðindi og tøl.


Talið á 7 ára gomlum við ársbyrjan samsvarar væl við skúlabarnatalið í 1. flokki
Kelda: Hagstova Føroya

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni