Tíðindi

Tí eru vinir tínir betur umtóktir enn tú

Stúr ikki, soleiðis er tað fyri flestu okkara.

05.11.2021

Kennir tú ikki teg sjálvan aftur í yvirskriftini, ert tú kanska ógvuliga vælumtókt ella vælumtóktur, men fyri flestu okkara er hetta satt. Vinir tínir hava fleiri vinir enn tú. Hetta er í øllum førum galdandi fyri flestu okkara, og tað hevur einki við teg at gera. Orsøkin er nevniliga støddfrøðilig og hevur egið heiti: vinalagsparadoksið.

Tað snýr seg um, hvønn vit samanbera okkum við

Tað virkar ikki logiskt. Átti helmingurin av okkum í grundini ikki at verið betur umtókt enn vinir okkara? Nei, í grundini ikki. Tað snýr seg um, hvønn vit samanbera okkum við. Høvdu vit roknað øll tey, sum eru rundan um okkum, uppí, so hevði myndin sæð øðrvísi út. Tá høvdu fleiri okkara sæð, at vit hava fleiri vinir enn summi og færri enn onnur. Taka vit bara vinir okkara við í hetta roknistykkið, hendir nakað løgið.

Tey vælumtóktu eru við í nógvum vinabólkum

Eitt dømi er ein flokkur við 30 næmingum. Í hesum flokkinum er tað Abdi, sum hevur flest vinir. Hann er vinur við eini 20. Sofía hinvegin hevur bara tveir vinir í flokkinum. Restin av flokkinum hevur eitt tal av vinum, sum er onkustaðni har ímillum. Tey hava tískil fleiri vinir enn Sofía og færri enn Abdi. Men tá ið tey samanbera seg við vinir sínar, verður Sofía ikki tald við í roknistykkinum. Tá verður Abdi tald við. Við øðrum orðum: Tey vælumtóktu verða tald við fleiri ferðir, meðan tey, sum ikki eru eins væl umtókt, sjáldan verða tald við.

Størri effekt á Instagram og TikTok

− Vit fáa eina skeiva mynd av veruleikanum, tá ið vit samanbera okkum við tey, sum eru rundan um okkum, sigur George Cantwell. Hann og aðrir amerikanskir granskarar hava kannað vinalagsparadoksið, sum fyrstu ferð var tikið fram fyri umleið 20 árum síðan. Cantwell og starvsfelagar hansara hava funnið út av ymiskum; eitt av hesum er, hvat sosialir miðlar hava at siga. Tá verður effektin nógv størri enn í veruleikanum. Og tað er kanska ikki so løgið. Kend fólk hava fylgjarar og vinir í hundraðtúsundatali. Kendu ávirkararnir, Marcus og Martinus, hava í skrivandi stund til dømis 1,4 milliónir fylgjarar á Instagram og 5,4 milliónir á TikTok. Flestu okkara hava hinvegin ikki so nógvar.

Vinir tínir hava eitt meiri spennandi lív

Vinalagsparadoksið hevur eisini aðrar avleiðingar. Tey, sum eru umtókt, hava tað ofta stuttligari enn onnur, og kend fólk eru vanliga ríkari enn flestu okkara.

Tá ið hesi fólk eru í nógvum vinabólkum, er tað vanligt at hava tað soleiðis. Serliga á sosialum miðlum. Tá er tað lætt at halda, at onnur hava eitt meiri spennandi lív enn tú og fleiri pengar enn tú, sigur Kristina Lerman, amerikanskur granskari, við netblaðið The Conversation.

Eins og tú

Í veruliga lívinum kennist tað ikki eins keðiligt sum tað ger, tá ið tú reikar á Instagram og TikTok. Vinalagsparadoksið er framvegis galdandi, men ikki í líka stóran mun. Í veruleikanum eru fólk nevniliga ofta vinir við fólk, sum eru eins og tey sjálv eru, vísa amerikonsku granskararnir á. Fólk, sum eru væl umtókt, eru mangan vinir við onnur, sum eru vælumtókt. Meðan tey, sum ikki hava so nógvar vinir, eisini finna saman.

Meiri umráðandi at hava onkran nær

Tilmann von Soest, granskari við Universitetið í Oslo, hevur granskað í einsemi. Hann vísir á, at sosialir miðlar kunnu fáa okkum at føla okkum einsamøll.

– Øll hava tørv á fólki, sum standa okkum serliga nær. Tað hevur nógv størri týdning enn at hava eitt stórt sosialt netverk, sum er langt frá okkum, sigur hann.

Kelda: forskning.no

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni