Tíðindi

Tá ið vit tosa um okkurt, vit ikki síggja, hendir okkurt við málinum, sigur granskari

Nýggj gransking vísir, at tað at lesa í bókum og hava samrøður við støði í myndakortum ríkar orðfeingið hjá børnum í barnagarðsaldri.

05.07.2024

Tú hevur kanska upplivað, at tað er lættari at tosa við eitt barnagarðsbarn um eina hending, sum hendir her og nú, enn um okkurt, sum hendi í gjár. Tá kanst tú peika á tað, sum tú tosar um, og tryggja tær, at barnið skilir tað, tit tosa um. Slíkar her-og-nú-samrøður verða nevndar kontekstualiserað mál. Vit brúka málið um sjálvan kontekstin, sum vit eru í.

Kontekstualiserað mál hevur stóran týdning tíðliga í málmenningartilgongdini, tá ið barnið lærir fyrstu orðini. Tá er tað stór hjálp bæði at hoyra orðið og síggja lutin ella hendingina, sum orðið umboðar. Til dømis “Hygg, ein bussur!”

So hvørt barnið eldist, kemur tað á eitt stig, har tað ikki longur er tørvur at síggja tað visuella, sum er í umhvørvinum. Barnið kann tá brúkið málið sum sín egna kontekst og tosa um hendingar, sum ikki henda her og nú. Hetta verður nevnt dekontekstualiserað mál. Nú er barnið til reiðar til størri málsligar avbjóðingar. Vit geva børnunum týdningarmiklar royndir við kompleksum máli, tá ið vit leiða tað inn í dekontekstualiseraðar samrøður. Harvið eru vit við til at ríka málsliga umhvørvið hjá børnunum.

Ellen Brinchmann er granskari við Instituttið fyri sernámsfrøði á Universitetinum í Oslo. Hon hevur serliga áhuga í samskifti og samspæli í barnagarðsaldri. Hon hevur saman við granskarastarvsfelagum sínum, Hanne Røe-Indregård, Jannicke Karlsen, Stefan Schauber og Bente Hagtvet, kannað samrøður millum børn og námsfrøðingar í barnagørðum. Tey hava kannað málsligu royndirnar, sum børn fáa við at vera við í kontekstualiseraðum og dekontekstualiseraðum samrøðum.

Hvat hendir við málinum, tá ið vit tosa um okkurt, sum vit ikki síggja?

Brinchmann hevur arbeitt nógv við dekonstekstualiseraðum máli hjá børnum:

– Munurin millum kontekstualiserað og dekontekstualiserað mál snýr seg í botn og grund um, í hvønn mun mann kann eygleiða tað, sum tosað verður um ella ikki, sigur Brinchmann.

Munurin millum tey ymisku frábrigdini:

* Kontekstualiserað mál brúka vit, tá ið vit tosa um eina hending, sum hendir her og nú ella lutir, mann kann síggja, taka í hondina ella føla – persónar ella ting, sum eru í rúminum – og so framvegis.
* Dekontekstualiserað mál brúka vit hinvegin, tá ið vit tosa um okkurt, sum ikki ber til at eygleiða – eina uppliving, mann hevði í farnu viku, ætlanir fyri summarið, persónar, sum ikki eru til staðar, ein dreym, mann hevur havt ella eina fantasiverð, mann skapar. Altso, tað snýr seg um meiri úrtøkiligar samrøður um alt, sum vit ikki síggja, kunnu taka í hondina ella føla, ella sum er til ella hendir ”har” og ”tá”.

Men hvat hendir, tá ið vit tosa ella brúka eitt mál, sum vísir til tað, sum hendir her og nú?

– Tá ið vit tosa um okkurt, sum vit ikki kunnu síggja, verða vit noydd at orða okkum neyvt. Úrslitini í kanningini vísa, at okkurt hendir við málinum hjá teimum, sum arbeiða í barnagørðunum og sjálvum børnunum. Málið verður rætt og slætt meiri samansett. Setningarnir verða longri, grammatikkin torgreiddari, og vit brúka fleiri innihaldsrík orð.

Innihaldsrík orð eru orð við sjálvstøðugum merkingartýdningi, tað er orð, sum vísa til lutir, hendingar ella eginleikar, so sum ”kvinna”, ”hoppa” og ”tolin”. Einfalt sagt er tað hesi orðini, sum eru við til at byggja orðfeingið hjá børnum.

Granskarar samanborið málið í ymsum ítrivi

Í sambandi við kanningina hava granskararnir filmað 38 børn, sum gingu síðsta árið í barnagarði. Í filmunum eru ymiskar støður við samspæli við ítrivi ein-til-ein við einum barnagarðslærara: samrøður, sum fara fram, tá ið bøkur verða lisnar, samrøður rundan um myndakort og samrøður í spæliítrivi.

– Hetta eru alt ítriv, har samrøður um viðurskifti ”her-og-nú”, so væl sum ”har-og-tá” hava nógv at siga, sigur Brinchmann. 

Tá ið dátutilfarið var greinað, sóu granskararnir, hvussu ríkt málið er hjá børnunum og barnagarðslærarunum. Granskararnir samanbóru síðan kontekstualiseraða málið við dekontekstualiseraða málið.

– Vit sóu, at tað dekontekstualiseraða málið var ríkari enn tað kontekstualiseraða málið í øllum virkseminum, sigur Hanne Røe-Indregård.

Bókalesing og samrøður við myndakortum høvdu størsta málsliga kompleksitet

Úrslitini vístu eisini, at bæði tað dekontekstualiseraða og kontekstualiseraða málið var mest komplekst, tá ið talan var um at lesa í bókum og í samrøðum við støði í myndakortum.

– Úrslitini hjá okkum samsvara við úrslit úr øðrum kanningum, sum kanna samrøður millum børn og vaksin. Tey vísa, at júst tað at lesa í bókum og samrøður út frá myndakortum gera, at málið verður kompleksari, sigur Røe-Indregård.

Niðurstøðan er, at dekontekstualiseraðar samrøður kunnu vera við til at fremja meiri komplekst mál hjá bæði vaksnum og børnum.

– Eldri gransking hevur víst, at dekontekstualiserað mál kann vera við til at fremja málmenningina hjá børnum. Og tað, sum vit kunnu staðfesta í okkara kanningum, forklárar, hví so er. Børn fáa atgongd til ríkari mál, og tey fáa høvi at venja tað, sigur Ellen Brinchmann. 

Hanne Røe-Indregård leggur aftrat, at dekontekstualiseraða málið, sum er uppaftur meiri komplekst, møta børn seinni í skriftmálinum. 

– Gransking, sum áður er gjørd, vísir, at royndirnar hjá børnum við dekontekstualiseraðum máli, kann vera við til at gera skiftið til eitt meiri akademiskt skúlamál lættari, sigur hon.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni