Bloggur

Tá ið klokkurnar kima

Lydia Didriksen, fólkaskúlalærari /skúlabókavørður og B.A. og M.A. í føroyskum bókmentum og máli, bloggar

05.12.2023

Tá ið klokkurnar kima, vita vit, at okkurt er. Tað kann merkja ymiskt, men vit vita, at kirkjan boðar frá einum hvørjum. Sama var, tá ið lúðurin á Skipasmiðjuni í síni tíð ýldi í Havn fleiri ferð ígjøgnum arbeiðsdagin, ella tá ið tokulúðurin við síni hásu rødd ýldi á Molanum við regluligum millumbilum. Í dag eru tað umframt kirkjuklokkurnar serliga sjúkrabilar og løgreglubilar, ið gera vart við seg við sirenum og bláum ljóði. Og vit hava øll eina felags fatan av, hvat ljóð og ljós hava at týða.

Vit vaksa upp í einum landi við eini serligari mentan. Vit verða skúlað inn í eina felags mentan, frá tí vit síggja dagsins ljós. Familjan, dagstovnar, skúlar, útvarpið og sjónvarpið (KvF) eru mentanarberar og umboða okkara felags virði, ið seta karmarnar um gerandisdegin og samfelagið. Hesir stovnar ala í felag børnini upp, meðan tey vaksa til, og læra tey samstundis at bera seg at og at skilja umhvørvið, so tey megna at fóta sær í felags viðtøkum og mentan.

Partur í tí at kenna seg at eiga lut í felagsskapinum er listin. Hon stimbrar okkara hugaheim, lýsir okkara felags virði og viðtøkur og setir spurnatekin við hesi. Hon strimbrar okkara sansir og kveikir nýggj hugasambond og gloppar dyrnar til nýggj rúm. Listin argar og vil skapa nýggja hugsan, nýggjar vinklar, nýggjar myndir og nýggj sambond, tí hon vil rúmka og víðka og kveikja og lýsa og fáa okkum at varnast og síggja.

Listin er fjøltáttað og hevur mong ymisk úttrykk og mong andlit. Hugsa bara um røddir, ljóðføri, rørslur, strok, litir, flog, orð, orð og aftur orð.

Skaldskapur er týdningarmikil partur í okkara felags grundvølli og fatan og innliti og felags mentan. Vit vaksa upp við røddum og søgum og sangi og sálmum og klokkukiman og ljóðførum, og nýggir heimar myndast í okkara innaru rúmum. Seinni læra vit at lesa og kunnu velja sjálvi, hvørjar søguheimar, vit vilja ferðast í. Bókasøvnini samla okkum hópar av vøkrum bókum at velja í; bøkur, sum skaldasnidlingar hava orðað.

Í skúlunum møta vit eisini skaldskapi, ið er fjøltáttaður og orðaður av okkara egnu skaldum. Í tekstum lýsa skaldini margfalda lívið upp ígjøgnum tíðirnar. Tey lýsa, hvussu tey upplivdu, fataðu, sóu, mettu, kendu, sansaðu, skiltu umstøður og hendingar. Soleiðis geva tey okkum eina djypri fatan av okkara mentan og av okkum sjálvum.

Sambondini, ið skaldskapurin lýsir og greinar, skapa ein pall fyri felags sannkenning okkara ímillum sum fólk og tjóð. Hann bindur okkum saman sum eind, men hann skapar eisini rúm fyri grundan og nýggjum innliti. Skaldskapurin, ið lýsir okkara fortíð og okkara forfedrar, varpar eisini ljós á okkara samtíð og samanhangir.

Nú kima klokkurnar aftur, og ljósini glampa í myrkrinum, og jólatrøini eru komin til landið. Øll gleðast, tí tað stundar til jólahøgtíðina. Tað stundar til frið og samveru og vinsælu. Nógvir av okkara vakrastu sálmum ljóða enn einaferð í almenna rúminum. Teirra skaldsligi dámur er sjáldsamur og kveikir eitt serligt huglag. Og nógva staðni verða okkara bestu søgur fortaldar aftur og aftur fyri bæði børnum og vaksnum, meðan øll lurta í andakt.

Tað megnar bara góður skaldskapur!

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni