Tíðindi

Tá børn og ung ferðast á netinum

SSP hevur latið gera undirvísingargongdir í tí at ferðast á netinum

20.01.2017

At reika á netinum er ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá flestøllum, bæði børnum og vaksnum. Hetta setir krøv um skúlagóðan atburð og hvussu tú tryggjar privatlívið.

Undirvísingartilfarið leggjur dent á fimm viðkomandi tættir, ið stuðla upp undir fyribyrgjandi gongdina, ið er vitan + hugburður = atburður.

Ein væl til rættisløgd undirvísingargongd í ymiskum lærugreinum, har næmingurin fer í dýpdina saman við sínum floksfelagum, tryggjar, at evnið verður tikið í álvara og fær neyðuga viðgerð.

Somuleiðis er sera umráðandi, at foreldrini hava ein virknan leiklut. Fyri hvør evni er ein heimasetningur, har foreldrini og barnið í felag viðgera ymiskar spurningar, ið stinga seg upp í kjalarvørrinum á kunningartøknini. Ein slík skipað tilgongd er - saman við foreldrafundum og øðrum átøkum í SSP - við til at menta okkara børn og ungu til at gerast skilagóðir og vandaligir brúkarar, tá ið teir reika á netinum og brúka mongu pallarnar og samskiftishættirnar har.

Raðfylgjan í undirvísingargongdunum er sambært SSP:

1 - ÁBYRGDARRINGARNIR
Hvørjum hevur tú ábyrgdina av á netinum?
Lærugrein: Kristni

2 - PICTURE PERFECT
Hvussu kunnu myndir verða viðgjørdar á teldu, og hvussu kann hetta fáa okkum at hugsa um okkara útsjónd?
Lærugrein: Myndlist

3 - TRYGG LOYNIORÐ
Hvussu tryggjar eitt gott loyniorð tínar privatu upplýsingar?
Lærugrein: Støddfrøði

4 - ORÐ HAVA VALD
Hvat skalt tú gera, tá onkur nýtir ljótan ella óunniligan málburð á internetinum?
Lærugrein: Føroyskt

5 - HAPPING Á NETINUM
Hvat er happing á netinum, og hvussu kann slík happing handfarast?
Lærugrein: Føroyskt
 
Áleið 10 undirvísingartímar verða brúktir til omanfyri nevndu evni tilsamans, sigur SSP.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni