Tíðindi
18.04.2016
Hon sigur, at svimjing er ein einstaklingsgrein í ítrótti, sum føroyingar veruliga kunnu koma upp á altjóða stig við og klára seg við.
Nú, tað er komið fram, at skúlasvimjingin í Havn er rættiliga ússalig, og ring líkindi eru fyri, at hon kemur fyri seg í bræði, sigur Elin Lindenskov, sum sjálv er hollur svimjari og undangongukvinna í so máta:
- Tað er at ávirka býráðspolitikararnar – at fáa teir at skilja, at tað er alneyðugt, at mann hevur svimjihyl í øllum skúlum. Onkur má fara eftir teimum ... eg siti og goyggi, men eg sigi tað beint upp í eyguni á teimum.
Tað vísir seg, at sigur tú svimjihyl, so er tað ein svimjihylur – 50 metrahylur, og tað er ein øgilig íløga. Tosar tú um fótbóltsvøll, so ber alt til. Men tað kann vera, at fótbóltur er so sterkur, at tey velja síni umboð inn í býráðið.
Elin Lindenskov er púra samd við teir báðar lærararnar í Skúlanum við Løgmannabreyt, Guðruna Jacobsen og Birnu Gaard.
- Tað er ein skandala, at vit ikki hava bygt skúlasvimjihylar, og eg haldi, at tað er ein skandala, at tað eru so fá fólk í Føroyum, sum duga at svimja.
Og her eigur Tórshavnar kommuna eina stóra ábyrgd, heldur hon.
- Vit hava dugað illa at raðfesta ítróttargreinir. Svimjing er slept aftur um alla tíðina ... eg haldi, at har er ov lítil áhugi í býráðnum.
Jon Hestoy, fyrrverandi formaður í Svimjisambandi Føroya, sigur við Skúlablaðið, at svimjing er ein ítróttargrein, sum er lívsneyðug.
- Tað er hon! Vit búgva í einum oyggjasamfelag, vit hava sjógv rundan um okkum allastaðni. Er tað nakrastaðni lætt at drukna, so er tað hjá okkum, sigur Elin Lindenskov, sum ikki ivast í, at tað hevði verið eitt stórt framstig, um vit øll dugdu at svimja.
Um líkindini fyri, at heldur eingin svimjihylur verður gjørdur í nýggja skúlanum á Fløtum, heldur hon, at tað hevði vist borið til at gjørt ein skúlahyl, men tað er ógvuliga harmiligt at mann hevur sett ein langhyl upp ímóti skúlanum á Fløtum.
Nakrar kreftir á mentanarøkinum eru í býráðnum nú, sum halda, at mann skuldi bara flutt langhylin út á Fløtir.
- Tað eri eg als ikki samd við teir politikararnar um. Tað er ein elituhylur – ein almennur hylur – sum eisini kundi verið skúlahylur. Men ein skúlahylur nýtist ikki at vera so stórur ella djúpur. Vit eiga at gloyma alt um langhyl á Fløtum. Hann eigur at vera í Gundadali á landsins størsta ítróttarøki.
Ein skúlahylur er fíggjarliga yvirkomiligur, og vit hava aðrar orkukeldur í dag, sum eru nógv bíligari enn olja.
- Kommunan eigur eitt fjarhitafelag, vit hava vindmylnur, vit hava eina rúgvu av øðrum orkukeldum, so tað eigur at kosta nógv minni í dag at hita ein svimjihyl, enn tað gjørdi bara fyri 10 árum síðan.
Elin Lindenskov, býráðslimur í Havn, heldur, at tað ber til at byggja skúlahyl bæði á Argjahamri og við Løgmannabreyt.
Men Stóra Tjørn órógvaði alt tað, sum ætlanin upprunaliga var við eitt nú skúlasvimjingini í Skúlanum við Løgmannabreyt.
- Tað er einki at ivast í, sigur Elin Lindenskov.
Myndin:
Elin Lindenskov, býráðslimur í Havn: - Tað er ein skandala, at vit ikki hava bygt skúlasvimjihylar í Havn, og eg haldi, at tað er ein skandala, at tað eru so fá fólk í Føroyum, sum duga at svimja
Tekstur og mynd: Sonne Smith