Tíðindi
20.05.2016
Nógv børn í Føroyum búgva fyrstu árini í útlandinum, til dømis í Danmark, meðan foreldrini eru undir lesnaði; somuleiðis vaksa nógv børn upp við foreldrum, sum hava ymisk móðurmál. Granskarar hava nú staðfest, at ein uppvøkstur, har tvey mál verða tosað, økir um virksemið í deplunum í heilanum, ið eitt nú stýrir trupulleikaloysn og hugsavnan. Ein føroysk mamma og ein útlendskur pápi - ella øvut - er tí ikki tann versta byrjanin hjá einum nýføðingi, um tey tosa hvør sítt mál. Tvímálsligur uppvøkstur styrkir nevniliga tann partin av heilanum, sum stendur fyri tilrættalegging, innlæring og trupulleikaloysn, vísir ein kanning frá University of Washington.
Tað er áður sagt, at tvímálsligur uppvøkstur hevur jalig árin, men tað er nýtt, at tað kann verða staðfest hjá børnum heilt niður í 11 mánaðir - tað vil í grundini siga nýføðingar, sum enn ikki eru farnir at tosa.
Granskarar hava ávíst, at tað er økt virksemi í uttasta partinum av ennisblaðnum - tað vil siga fremsta partinum av heilanum - hjá nýføðingum, sum vaksa upp við tveimum málum samanborið við nýføðingar við einum máli. Avbjóðingin, sum liggur í at skulu brúka tvey mál í staðin fyri eitt, fáa børnini at lata upp fyri teimum týdningarmiklu heiladeplunum fyrr, halda granskararnir.
Kanningin er gjørd við at heilaskanna nýføðingar, sum vaksa upp við ávikavist einum og tveimum málum, meðan teir lurtaðu eftir enskum og sponskum málljóðum.
Kelda: illvid.dk