Tíðindi

TvíLÆRARAskipanin skal styrkjast

Vit skulu hava tvílæraraskipan, sum er í øllum flokkum. Hon skal ikki sum nú byrja við 17. næminginum, men hon skal byrja við 11. næminginum. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

14.06.2024

Fólkaskúlin stendur ikki í stað. Tað kunnu vit øll ásanna, sum hvønn dag starvast innan fólkaskúlaøkið. Skúlin og skúlaskapur broytast og mennast í fullari ferð.

Vit fáa fleiri og fleiri uppgávur sum lærarar, og ofta kennist tað tungt, tá vit standa einsamøll við hesum uppgávunum. Vit merkja eisini, at tað eru fleiri og fleiri næmingar, sum hava sosialar, sálarligar og fakligar avbjóðingar. Hetta nívir okkum, tí viðhvørt tykist tað høpisleyst at røkka runt til øll og náa inn til øll. Tað stendur greitt í endamálsorðing fólkaskúlans, at vit eiga ábyrgd av tí einstaka næminginum.

§ 2. “Uppgáva fólkaskúlans er við atliti at tí einstaka næminginum og í samstarvi við foreldrini at fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini.”

Kenslan ikki at náa øllum næmingum og fáa hjálpt teimum er ikki góð. Ein lærari. 26 næmingar. 45 minuttir. Roknistykkið gongur ikki upp.

Fyri ári síðani varð tilmæli um broytingar í fólkaskúlanum handað landsstýrismanninum. Eitt, sum arbeiðsbólkurin, sum gjørdi tilmælið, viðgjørdi, er tvílæraraskipanin. Vit kenna hana longu. Hon er í yngstu flokkunum. Her roynist hon væl. Hon roynist so væl, at lærarar sakna hana, tá teir koma upp í 4. flokk.

Nú er tíðin komin, at hon skal styrkjast. Vit skulu hava tvílæraraskipan, sum er í øllum flokkum. Hon skal ikki sum nú byrja við 17. næminginum, men hon skal byrja við 11. næminginum.

Tað hevur stóran týdning, tá henda skipan verður styrkt, at tað eru tveir lærarar, sum verða settir inn í flokkin at undirvísa. Heitið sigur seg sjálvt. TvíLÆRARAskipan.

Týdningarmikið er, at tvílærararskipanin verður brúkt til tað, sum hon er sett í verðina til. Annar lærarin skal ikki takast úr flokkinum, tí vikarur ella annað manglar í skúlanum.

Ímyndið tykkum, hvussu gott tað verður, tá vit hava tveir lærarar inni í einum flokshøli. Vit hava tíð, og allir næmingar kenna seg sæddar.

Tað eru nógvir fyrimunir fyri okkum lærarar, um vit fáa styrkt tvílæraraskipanina. Vit høvdu tá undirvíst færri næmingum í senn. Vit fáa góðar stundir at skapa enn meira spennandi og fjølbroytta undirvísing, og tá kunnu vit lættari arbeiða handaligt, verkligt, kannandi og skapandi í lærugreinunum, tí vit eru altíð tveir lærarar í flokshølinum. Hetta er tað, sum nógv av okkum sakna í gerandisdegnum.

Møguleikin at leggja til rættis og fyrireika undirvísingina saman er eisini ein fyrimunur. Eitt gott høvi at sparra og læra av hvørjum øðrum. Eisini verður møguligt at sita saman og eftirmeta undirvísingina og tað, sum er komið burturúr. Vit kunnu tá eisini finna fram styrkir hjá hvørjum øðrum og koma við ráðum um, hvat hvør kann gera øðrvísi næstu ferð.

Tvílæraraskipanin kann virka ymiskt. Tað ber til at hava ein høvuðslærara, ímeðan hin lærarin gongur til handa og hjálpir næmingunum, ímeðan høvuðslærarin undirvísir.

Tað er eisini eitt upplagt høvi at býta flokkin sundur í smáar bólkar og soleiðis fáa undirvíst í hesum smáu bólkunum. Vit vita, at tað fæst meir burturúr, tá tað eru færri næmingar í einum flokki, ella tá teir arbeiða í smáum bólkum.

Tá vit eru tveir lærarar í flokkinum, ber eisini til at vera um teir næmingarnar, sum stríðast – tað veri seg fakliga, sosialt ella sálarliga. Annar lærarin fær undirvíst, ímeðan hin lærarin fær verið um næmingarnar, sum hava tørv á hesum.

Vit fáa alsamt fleiri næmingar, hvørs móðurmál ikki er føroyskt. Hetta er fyri nógvar lærarar ein avbjóðing, tí teir undirvísa á føroyskum í flestu lærugreinunum, men mugu samstundis týða tað, ið undirvíst verður í.

Við einari styrktari tvílæraraskipan fáa vit tryggjað okkum, at allir næmingar fáa okkurt burtur úr skúladegnum, tí vit hava møguleika og stundir at møta teimum á teirra støði – hvønn dag.

Eg síggi bara fyrimunir í eini tvílæraraskipan. Eg gleðist um tilmælið og gleði meg til, at tað verður styrkt, so allir lærarar og allir flokkar fáa nyttu burtur úr hesum.

Sjónarmið eftir Eyðbjart S. Skaalum, nevndarlim Føroya Lærarafelags í Skúlablað nr 3, 2024.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni