Tíðindi

Tvílæraraskipanin skal styrkjast

Hóast vit enn einki hava sæð til styrkta og víðkaða tvílæraraskipan, hevur landsstýrismaðurin greiðar ætlanir um hetta.

30.04.2024

Í tilmælinum um ætlaðar broytingar í fólkaskúlanum er tvílæraraskipan nevnt 102 ferðir. Hetta er eitt greitt tekin um, at tvílæraraskipan er eitt av fremstu amboðunum at flyta skúlan inn í nýggju tíðina, fyri at møta næmingunum og fyri at møta teimum krøvum, sum samtíðin setir skúlanum. Tilmælið frá arbeiðsbólkinum, sum í januar 2023 handaði landsstýrismanninum um at fáa børn at trívast, mennast og læra í fólkaskúlanum, mælti eisini til í átaki nummar tvey, at tvílæraraskipanin verður víðkað til at fevna um grund-, mið- og hádeild. Samgonguskjalið sigur eisini, at samgongan vil styrkja tvílæraraskipan í grunddeildini. Enn hava vit tó ikki sæð nakað ítøkiligt til hetta.

- Vit hava greiðar ætlanir at raðfesta tvílæraraskipanina. Tá ið uppskotið um floksstøddina er avgreitt í løgtinginum, fara vit at hyggja nærri at longdini á skúladegnum, tvílæraraskipanini, flokslæraranum og somuleiðis at endurskoða tíma- og lærugreinabýtið. Enn hava vit ikki styrkt tvílæraraskipanina, men verður floksstøddin minkað, sum ætlanin er, so fer tað at verða ein stórur bati. Tá ið tað uppskotið er avgreitt, fara vit at hyggja nærri at, hvussu tvílæraraskipanin kann mennast, og hvar hon tekur við. Endurskoðanin av tvílæraraskipanini kemur sjálvsagt at leggja upp fyri broyttu floksstøddini.

Ætlanin er bæði at víðka tvílæraraskipanina til at fata um aðrar árgangir, enn hon ger nú og at og seta inn við tvílæraraskipan, tá ið næmingatalið er 13-20 næmingar í flokkunum.

Ein verkætlanarbólkur er nú settur at viðgera broytingarnar, sum eru í umbúna at gera í fólkaskúlanum. Hesin bólkurin er mannaður innanhýsis í skipanini við fólki úr Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Undirvísingarstýrinum og Námi.

- Bólkurin fer at gera uppskot um, hvussu eitt nú tvílæraraskipanin kann verða skipað og víðkast til eldri flokkar. Ætlanin er, at bólkurin skal arbeiða skjótt og gera tilmæli um, hvat eigur og kann at verða gjørt, tá ið talan er um lógarverk og annað, soleiðis at tað ber til at seta í verk. Ikki fyrr enn bólkurin er liðugur við hetta arbeiðið, og lógaruppskotið um floksstøddina er endaliga avgreitt, vita vit, hvussu vit víðka tvílæraraskipanina.

Tilmælið frá bólkinum, sum hevur gjørt uppskot um broytingar í fólkaskúlalógini, sigur, at tvílæraraskipanin eigur at taka við trettanda næminginum, og at víðkanin byrjar við at taka triðja flokk uppí og síðan ein árgang í senn.

- Ætlanin er ikki bert at víðka um tvílæraraskipanina, men eisini at betra um dygdina í tvílæraraskipanini, við at lærarar verða førleikamentir í at arbeiða við samlæring, soleiðis at teir verða betur skikkaðir at arbeiða sambært tvílæraraskipanini, heldur landsstýrismaðurin.

Fleiri skúlar hava góðar royndir við at hava tveir lærarar í flokkinum, sonevnda tvílæraraskipan, men avbjóðingin er, at játtanin til tvílæraraskipanina er bara fyri 1. og 2. flokk og bara røkkur til, at tveir lærarar bara eru í flokkinum í nøkrum av tímunum. Flestu tímarnar er lærarin einsamallur við øllum næmingunum.

Skúlaárið 2010/2011 valdi landsstýriskvinnan í skúlamálum at seta inn við tvílæraraskipan í 1. og 2. flokki. Hendan skipan er tann sama, sum er galdandi í dag, har átjandi næmingurin gevur fimm tímar um vikuna, har tveir lærarar eru í flokkinum, og síðan veksur tvílæraraskipanin, til 26. næmingur gevur 18 út av 24 tímum, har játtan er til tveir lærarar í flokkinum. Hendan skipan er ein hjálp í 1. og 2. flokki, men Lærarafelagið hevur víst á, at stórur tørvur er á, at tvílæraraskipanin verður útbygd til at byrja við t.d. tíggjunda næminginum, at tveir lærarar eru í fleiri av tímunum, og at skipanin røkkur til eldru flokkar í skúlanum eisini.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni