Tíðindi

Tvílæraraskipanin mennir fólkaskúlan fakliga og sosialt

Tvílæraraskipanin er leiðin at fara fyri fólkaskúlar, tí smærri flokkar og fleiri lærarar geva heilt aðrar møguleikar í undirvísingini. Her eru fleiri fyrimunir fyri næmingarnar, og vit kunnu samstundis bara viðurkenna, at vit í samstarvinum heilt einfalt gerast betri lærarar. Hetta siga Miriam Nolsøe Johannesen og Barba Persson, flokslærarar í fyrsta flokki í Eysturskúlanum í Havn.

06.01.2025

- Í Eysturskúlanum hava vit tveir fyrstu flokkar, sum arbeiða hvør sær. Vit hava skipað okkum soleiðis, at tað altíð eru tveir lærarar inni í tímunum. Í okkara flokki undirvísa vit báðar í føroyskum saman. Tveir aðrir lærarar hava støddfrøðina. Tað vil siga, at í øllum tímum í fyrsta flokki, uttan í heimstaðarlæru og í kristni, eru tveir lærarar inni, sigur Barba Persson.

Á borðinum liggur reyði bóklingurin um tvílæraraskipan, Co-teaching som indsats til fagligt løft. Í bóklinginum verður víst á granskingargrundað tilfar, sum skal geva íblástur til, hvussu lærarar og onnur starvsfólk kunnu leggja undirvísing til rættis og undirvísa við tvílæraraskipan sum grundarlag. Endamálið við eini tvílæraraskipan er at styrkja fakligu menningina hjá næmingunum, og royndirnar, sum Miriam Nolsøe Johannesen og Barba Persson seinastu vikurnar hava gjørt sær, geva alla orsøk til at halda, at tvílæraraskipanin kann vera við til at menna fólkaskúlan bæði fakliga og sosialt.

- Í okkara føri eru vit tveir lærarar inni í floksstovuni til 16 næmingar. Tað dámar okkum sjálvsagt væl. Undanfarin ár hava vit millum annað gjørt okkum royndir við stórum flokkum við trimum lærarum til einar 30 næmingar. Men nú vildu vit royna nakað annað. Tá ið leiðslan á skúlanum fekk játtað royndar- og menningarvirksemi til tvílæraraskipan, fóru vit beint til verka at kanna og at leggja til rættis, hvussu vit best kundu arbeiða, vísir Miriam Nolsøe Johannesen á.

Tað tekur tíð at finna rætta stevið, tí lærarar skulu í tvílæraraskipan hugsa øðrvísi, eru Miriam Nolsøe Johannesen og Barba Persson samdar um. Eisini krevur tvílæraraskipan gott samstarv, tí skipanin skal jú vera við til at menna eina inkluderandi undirvísing og geva næmingunum møguleika at luttaka bæði sosialt og fakliga á sínum støði. Víst verður aftur til bóklingin á borðinum og tær seks ymisku undirvísingarstøðurnar, sum meira ella minni eftir tørvi verða brúktar í undirvísingini.  

- Vit skulu sum lærarar tilvitað hugsa um, hvussu vit samstarva sum tvílærarar. Hetta hevur týdning fyri leiklut og ábyrgd okkara í tímunum, og her er talan sum heild um seks undirvísingarstøður, nevnir Miriam Nolsøe Johannesen.

- Vit brúka mest tríggjar ella fýra ymiskar undirvísingarstøður, sum enn kennast meira natúrligar. Men í alt eru seks støður, sum eru skipaðar við hvør sínari yvirskrift, har ein undirvísir og hin stuðlar, ein undirvísir og hin eygleiðir, ella verkstaðarundirvísing. Síðani er tað toymisundirvísing, paralellundirvísing og at enda alternativ undirvísing.

Samstundis sum víst verður á ymisku møguleikarnar í undirvísingini, vísa Miriam og Barba á týdningin, at karmarnir kring næmingarnar eru góðir. Inni í floksstovuni hjá fyrsta flokki er gott pláss, og aftrat floksstovuni er ein glasstova, sum hoyrir til flokkin, har næmingarnir eisini kunnu vera.

- Um vit hugsa um alternativa undirvísing, kunnu vit ómakaleyst í hesum kørmunum taka nakrar næmingar, sum hava brúk fyri onkrum ávísum, til síðis eina løtu. Ella um talan er um verkstøð, har næmingarnir eru nakrar minuttir á hvørjum staði og gera ávísar uppgávur saman ella hvør sær. Støðurnar eru tá bara fakliga ymiskt lagdar til rættis, greiðir Barba Persson frá.

- Tað er mikið áhugavert at leggja merki til, at vit fyrr í grundini hava blandað nakrar av hesum undirvísingarstøðunum. Men nú, tá ið vit skipað eru farnar at undirvísa soleiðis, so gerast vit alsamt meira tilvitaðar um, hvat vit gera, og vit fáa meira burturúr fakliga. Tí leiklutirnir geva okkum ymisk sjónarhorn, til dømis tá ið onnur undirvísir og hin eygleiðir. Tá síggja vit onkuntíð heilt einfalt hvør sítt, leggur Miriam Nolsøe Johannesen aftrat.

Tóra við Keldu hevur skrivað. Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2024.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni