Tíðindi

Tvífalt so nógvar umsóknir samanborið við tað, sum játtað verður

Tá ið játtanin til undirvísing í føroyskum sum annaðmál er avmarkað, so mugu vit raðfesta og hyggja at einstøku umsóknunum, hvaðani næmingarnir koma, hvat móðurmálið er og so framvegis. Tað sigur Eyðdis Eidesgaard, fulltrúi í Undirvísingarstýrinum

11.01.2023

Talið á næmingum, sum fáa undirvísing í føroyskum sum annaðmál, hevur verið støðugt í fleiri ár. Í nógv ár hevur verið søkt um tímar til oman fyri 300 næmingar; í ár er talið higartil 329.

- Grundin til, at talið á teimum, sum søkt verður um tímar til, ikki veksur so nógv, kann hugsast at vera, at næmingar fara av listanum aftur, sum hava fingið undirvísing í føroyskum sum annaðmál í eina tíð. Sambært kunngerðini hava tey rætt til hesar tímarnar í mesta lagi í trý ár.

Tey, sum sambært kunngerð hava rætt til undirvísing í føroyskum sum annaðmál, eru næmingar, sum hava eitt annað móðurmál enn føroyskt. Næmingar, sum ikki hava lært føroyskt, hóast teir búgva í Føroyum, kunnu fáa serstaka undirvísing í føroyskum máli og mentan. Næmingarnir kunnu vera tilflytarar, næmingar, sum búgva í Føroyum, har annað ella bæði foreldrini hava eitt annað móðurmál enn føroyskt, og næmingar, sum hava føroysk foreldur, men hava búð uttanlands.

-  Í summum skúlum er stórt tal av næmingum, sum hava annað móðurmál enn føroyskt. Eru fleiri av hesum næmingum næmingar, sum nýliga eru komnir til landið, og harafturat næmingar, sum eru í hádeildini, so er avbjóðingin hjá teimum størri samanborið við skúla, sum hevur yngri næmingar, og næmingar, sum hava verið her eina tíð. Hesum leggja vit upp fyri, tá vit játta tímar. Skúlarnir fáa útlutað eina játtan til allar næmingarnar samlað, og so ræður skúlin sjálvur fyri, hvussu undirvísingin verður skipað. Nógvir teirra hava lærarar, sum hava førleika og royndir at undirvísa í føroyskum sum annaðmál.

Eyðdis Eidesgaard vísir á, at skúlar kunnu sláa seg saman og skipa tilboðið í føroyskum sum annaðmál uttan fyri skúlan, sum tað verður gjørt í móttøkuflokkinum í Tórshavnar kommunu. Móttøkuflokkur er partur av skúlabygnaðinum, og tí er tað kommunurnar, sum søkja um at seta á stovn móttøkuflokk. Í móttøkuflokkinum í Havn fáa næmingarnir undirvísing umleið tveir tímar á morgni hvønn dag í føroyskum, og so fara teir út í skúlarnar, har teir annars ganga restina av skúladegnum. Hetta eru alt næmingar í hádeildini, og sum skilst eru royndirnar higartil góðar.

- Tað hevur nógv at siga, at næmingarnir ikki ganga í móttøkuflokki burturav, men eisini ganga í vanligum skúla, tí teir læra nógv bara av at vera saman við øðrum.

Hvussu leingi næmingar kunnu fáa undirvísing í føroyskum sum annaðmál verður útgreinað í kunngerðini nr. 144 frá 6. oktober 2020 um undirvísing í føroyskum sum annaðmál og móðurmálsundirvísing. Tímatal og tíðarskeið verða skipað í mun til tørv og fortreytirnar hjá næminginum. Málið er, at næmingur í mesta lagi í trý ár fylgir undirvísingini í føroyskum sum annaðmál. Næmingur, sum ikki hevur ognað sær førleika í hesum tíðarskeiði, skal hava tilboð um nærri útgreining og átøk.

-  Vit eru greið yvir, at tað ikki er sjálvsagt, at næmingar læra føroyskt eftir trimum árum, serliga har tað ikki verður tosað føroyskt heima.

Skúlar søkja um tímar til hvønn einstakan næming. Hetta er umleið tvífalt so nógvir tímar, samanborið við talið, sum í roynd og veru verður játtað.

- Skulu vit játta tímar til allar teir næmingar, søkt verður um tímar til, so átti játtanin at verið tvífalt so stór. Summir skúlar søkja um tímar til næmingar, sum tørvar hesa undirvísingina, ár eftir ár, men tað hava vit ikki játtan til, og tað heimildar kunngerðin heldur ikki. Tá ið játtanin til alt økið er avmarkað, so mugu vit raðfesta og hyggja at einstøku umsóknunum, hvussu væl grundaðar og lýstar eru, hvaðani næmingarnir koma, hvat móðurmálið er og so framvegis. Dugir næmingur eitt sindur av føroyskum og hevur gingið í skúla í Føroyum í eina tíð, ella er annað foreldrið føroyskt, so hevur tann næmingurin ikki eins stóran tørv á hesum undirvísingini sum næmingur, sum einki dugir av føroyskum, og sum nýliga er fluttur. Tí kann tað koma fyri, at skúli, sum hevur fleiri næmingar við tilflytarabakgrund, fær færri tímar, enn skúli, sum hevur fáar næmingar. Alt veldst um, hvørja bakgrund næmingarnir hava.

Enn er bara ein móttøkuflokkur við næmingum, sum fáa undirvísing í føroyskum sum annaðmál.

Kunngerðin um undirvísing í føroyskum sum annaðmál kann lesast her: https://logir.fo/Kunngerd/144-fra-06-10-2020-um-undirvising-i-foroyskum-sum-annadmal-og-modurmalsundirvising


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni