Tíðindi
27.12.2016
Tað undrar tær tríggjar, Hjørdis Mariu Henrysdóttur, Katju Frederiksberg og Sunnvør Pattinson Joensen, at so lítið ljós verður varpað á henda spurningin.
- Spurningurin um tví- og fleirmælt børn er ógvuliga viðkomandi í dag, og hann fær alt ov lítla rúmd. Talið á tilflytarum veksur støðugt; útlendsk arbeiðsfólk, ítróttafólk, makar og aðrir útlendingar eru alsamt størri partur av okkara samfelag, og hetta ger, at vit møta fleiri málum og mentanum í Føroyum; útlendingarnir hava mangan børn, og hesi børnini ganga í dagstovni og skúla; kortini geva vit okkum ikki nóg nógv far um, hvussu vit á besta hátt integrera tey, soleiðis at tey gerast partur av okkara samfelag, málsliga og sosialt.
Lond kring okkum hava í fleiri ár havt tví- og fleirmæli inn at sær, og hetta hevur ávirkað námsfrøðiliga arbeiðið og skúlarnar har.
- Dagstovnurin og skúlin skal vera fyri øll og ikki bert ein etniskan bólk av fólkinum. Hetta evnið hevur ikki verið so nógv frammi her hjá okkum enn, tí vit síggja ikki vøksturin í sama mun sum uttanlands.
Sambært fólkateljingini Manntal búðu fólk úr 89 tjóðum í Føroyum í 2011; 5 ár eftir fólkateljingina eru tey fleiri í tali. Í eini útvarpssending síðst í september segði fyrisitingarleiðarin í Tórshavnar kommunu, Ingun Eiriksdóttir, at í Føroyum búgva fólk úr 117 londum og í Havn fólk úr fleiri enn 100 londum.
Hjørdis Maria Henrysdóttir, Katja Frederiksberg og Sunnvør Pattinson Joensen lesa námsfrøði á Námsvísindadeildini á fjórða ári; í summar skrivaðu tær bachelorverkætlan um tví- og fleirimælt børn á dagstovnaøkinum. Í sambandi við uppgávuna hava tær kannað, hvussu tví- og fleirmælt børn verða integrerað. Niðurstøða teirra er, at stórur tørvur er á eini integratiónsætlan fyri dagstovnaøkið.
Lesið samrøðu í Skúlablaðnum, sum júst er komið.