Tíðindi

Tvey føroysk dømi upp á námsfrøðiliga leiðslu

Skúlaleiðarin eigur at syrgja fyri kørmunum, meðan lærararnir gera av, hvussu undirvísingin skal vera. Men gransking, sum Jóhannes Miðskarð, PhD og adjunktur, hevur gjørt, vísir, at hetta ikki er so í verki.

11.01.2017

Í grein, sum verður leinkjað niðast, verður greitt frá, hvussu tveir skúlaleiðarar útinna sína námsfrøðiligu leiðslu, bæði soleiðis sum skúlaleiðararnir og tveir lærarar á hvørjum skúla uppfata hana. Báðir leiðarar siga, at teir halda, at skúlaleiðarin eigur at syrgja fyri kørmunum, meðan lærararnir gera av, hvussu undirvísingin skal vera. Men hetta ikki er so í verki, tí báðir skúlaleiðararnir fremja ymiskt virksemi, ið kann sigast at hava nakað beinleiðis viðiundirvísingina at gera.

Eitt annað, sum kom fram á báðum skúlum, var, at annar av lærarunum, ið samrøða var við, uppfataði sína undirvísing sum sítt privata øki. Hetta hongur allarhelst saman við fatanini av, at leiðarin skal taka sær av kørmunum, meðan lærararnir hava ábyrgd av undirvísingini. Til tess at menna undirvísingina er neyðugt, mælir greinin til, at lærarar lata sína undirvísing upp. Tað er upplagt, at lærararnir samskifta um sína undirvísing við skúlaleiðaran, og at skúlaleiðarin skipar fyri høvum, har lærararnir kunnu samskifta um teirra undirvísing.


Jóhannes Miðskarð, PhD og adjunktur í leiðslu á barna-, ungdóms- og serstovnaøkinum, hevur júst lagt síðstu hond á eina granskingarverkætlan, nevnd Námsfrøðilig leiðsla í føroyskum fólkaskúlum (NLFF). Verkætlanin er stuðlað av Fólkaskúlagrunninum og Fróðskaparsetrinum.   

Verkætlanin hugsavnaði seg um at kanna, hví tað eru munir á læraranna og skúlaleiðaranna uppfatan av, hvussu skúlaleiðararar útinna námsfrøðiliga leiðslu.

Hetta er triðja greinin av fýra. Lesið greinina her.

Hinar fyrru greinirnar ber eisini til at lesa á heimasíðuni: http://www.lararafelag.fo/fo-FO/F%C3%B3lkask%C3%BAlin/Kanningar-og-%C3%A1lit.aspx


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni