Tíðindi
03.05.2019
Í 2016 svaraðu 36 prosent av foreldrunum í kanningini hjá danska autismufelagnum, at børn teirra við autismu vóru kedd av at ganga í skúla. Árið eftir var talið 43 prosent, men í 2018 var talið minkað eitt lítil sindur, niður í 41 prosent. Í ár er talið 40 prosent, men tað er framvegis hægri enn talið var í 2016. Tað vil siga, at tveir av fimm næmingum við autismu dámar ikki at ganga í skúla. Býtt sundur á ymsu skúlarnar eru tølini verri, tá ið talan er um serflokkar í vanligum skúlum; 44 prosent av næmingunum við autismu, sum gingu í einum serflokki í vanligum fólkaskúla, dámar ikki at ganga í skúla, samanborið við 27 prosent, um talan er um næmingar við autismu, sum ganga í serskúla. 36 prosent av næmingunum við autismu dámar at ganga í skúla.
Summir av næmingunum, sum í dag dámar at ganga í skúla, hava áður havt keðiligar upplivingar í skúlanum. Í kanningini greiða foreldur frá, at børn teirra hava traumatiskar upplivingar í skúlanum.
Trauma frá øðrum skúlatilboðum við happing liggur sum ein tung dýna yvir upplivingini hjá summum børnum av skúlagongdini. Eini foreldur siga frá:
”Dóttir mín er framvegis so ávirkað, at vit ikki kunnu koyra í nánd av skúlanum, hon hevur gingið á.”
Danska autismufelagið kannar á hvørjum ári, hvussu næmingar við autismu hava tað í skúlanum. Orsøkin er, at tað er umráðandi at hava yvirlit yvir, hvussu viðurskiftini eru í skúlanum fyri børn við autismu.
”Tað er greitt fyri mær, at skúlarnir hava álvarsligar trupulleikar, tá ið talan er um at rúma børn við autismu. Í nógvum førum verða trupulleikarnir so álvarsamir, at børnini gevast í skúlanum,” sigur Heidi Thamestrup, forkvinna í felagnum.
Í kanningini svara 15 prosent av foreldrunum, at børn teirra nokta at ganga í skúla.
Foreldrini eru eisini spurd, um børn teirra hava sama tímatal í skúlanum sum hinir næmingarnir. Talið á næmingum, sum hava niðursett tímatal, veksur í tali, 31 prosent í 2016 samanborið við 47 prosent í 2018.
Kelda: uvm.dk