Tíðindi
07.11.2022
Jóhannes Miðskarð fer at halda tríggjar smáar fyrilestrar hetta kvøldið. Tann fyrsti verður um, hvussu mann kann pallseta tvørprofessionelt samstarv í einari eksistentiellari rammu. Harnæst verður greitt frá politiska ástøðinginum, Hannah Arendt. Og til endans verður komið inn á, hvussu lærarar møta sosialráðgevarum, tá teir halda, at teir hava við eitt byrjandi barnaverndarmál at gera.
Eisini fer Anna Lovisa Mýri at syngja tveir sangir. Tiltakið er í samband við, at Jóhannes Miðskarð fyri kortum gav út bókina “Teachers Meet Social Workers”.