Tíðindi

Trygg á netinum?

Hvussu kunnu vit vaksnu hjálpa børnunum at ferðast trygt á netinum? Jákup av Skarði, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar

09.02.2016

Fleiri vaksin kenna seg helst at vera á djúpum vatni, tá ið roynt verður at fylgja børnunum og teimum ungu á netinum. Men tað er av alstórum týdningi, at vit ikki geva upp, men royna at fata teirra “heim” og teirra netnýtslu – fyri síðan at stimbra og eggja teimum at hava góðan atburð og nýta netið við skili.

Eg hugsi ikki at forboð er rætta loysnin. Men velja vit at lata alt standa opið, mugu vit samstundis vísa børnum og ungum álitið, at vit meta, at tey duga at nýta vit og skil – og vit mugu harafturat standa klár at lofta og stuðla teimum, tá ið okkurt ikki gongur eftir vild.

Steingja vit “okkara” net, so finna tey annað samband – fara kanska á 3G. Banna vit tólunum á ávísum øki, verður spennandi at leita eftir støðum, har tólini ikki eru bannað – ella einki eftirlit er.

Hví gera tey tað? Tí flest øll vaksin vildu gjørt júst tað sama!

Á SSP-fundi herfyri løgdu Elin Michelsen og Óli Rubeksen fram, at í mun til nógv annað er tað møguliga rættast, at tey ungu tíðliga læra seg at nýta netið. Tí við tí forvitni barnið hevur, verður tað aldurin á barninum, ið avger, hvussu barnið nýtir netið – verður tað til spæl, til myndir ella til samskifti?

Í foreldra-prátinum kom fleiri ferðir fram, at tað hevur týdning, at vit samskifta við børn okkara og stuðla teimum í høviskum atburði. Tað má gerast teimum greitt, at tekstur, myndir og filmar á netinum skjótt kunnu misskiljast, og tað tú leggur út á netið, verður ongantíð burtur.

Vit kunnu í okkara samskifti royna at geva okkara vaksna- og kvalifiseraða ískoyti til teirra ivamál, heldur enn at eitt 11 ára gamalt barn vendir sær til javnaldurin og fær harvið svar, ið er á “11-ára støði”. Vit mugu royna at fáa tey at sparra við okkum, um vit ynskja, at okkara lívsroyndir skulu hava týdning fyri teirra støðutakan.

Vit mugu eisini hava í huga, at børnini og tey ungu eru í ymsum “teldu-aldri”. Tey yngstu eru “fødd inn í teldu-heimin”. Tey í fólkaskúlanum hava tikið kt til sín seinnu árini. Men tey, í miðnámsskúlum, vóru tannáringar, áðrenn teldan var tøk. Henda ymiska tilgongdin hevur alstóran týdning í háttinum tey nýta tólini, miðlarnar og netið.

Um tey lesandi á miðnámskúla nýta triðingin av lestrartíðini at tvætla úti á Facebook, so mugu vit arbeiða við tí – heldur enn at seta forðingar og avmarkingar fyri næmingum í fólkaskúlanum. Vit mugu eisini síggja nýtsluna frá teirra síðu – og ikki sammeta okkara Facebook-tvætl við teirra Facebook-samskifti.

Í øllum hesum net-viðurskiftum og við atliti at tíðini, nýtt verður frammanfyri ymsum skíggjum, eru vit vaksnu fyrimyndin – og vit hava ábyrgdina av børnum okkara, í hvussu er til tey eru 18 ár.

Ískoyti til evnið:                                                
http://www.skulabladid.fo/fo-FO/Starv-sum-sk%C3%BAlastj%C3%B3ri-%C3%AD-Hoyv%C3%ADkar-Sk%C3%BAla.aspx

http://www.bvs.fo/Default.aspx?ID=400

Við bestu ynskjum um góða og mennandi kt-nýtslu
Jákup av Skarði

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni