Tíðindi
15.11.2016
Greinirnar hesa ferð hava staðið í netútgávuni frá desember 2015 til september 2016. Í bókini eru 23 greinir. Innihaldið er í høvuðsheitum um námsfrøði og fakligheit. Talan er um kritiskar greinir av ymiskum slagi.
Eins og í undanfarnu bókum er grein um miðnámssøguna, nakrar eru um læring og eftirmeting. Eisini eru viðtal við ymisk fólk, ið hava tilknýti til miðnám. Á baksíðuni á bókini siga útgevararnir, at tað hendir nógv spennandi á miðnámi og á skúlaøkinum sum heild, ið hevur stóran áhuga fyri alt samfelagið; tí verður bókin givin út, til rannsakan og sjálvrannsakan.
Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson hava ritstjórnað.